Sløkkiliðið bant um heilan fingur

Fyri umleið tveimum tímum síðan varð sløkkilið tilkallað í Gundadal, tí ivi var um, hvørt eldur var í gamla B36-húsinum.

Fyri umleið tveimum tímum síðan varð sløkkiliðið í Havn tilkallað í Gundadal, tí ivi var um, hvørt eldur var í gamla B36-húsinum í Gundadali.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað vóru fólk hjá Tórshavnar kommunu, sum brendu ókrút og deyðagras fram við bygninginum, og eftir øllum at døma stóðst so nógvur roykur av hesum, at sløkkiliðið varð tilkallað. 

 

- Timburklædningurin á gamla B36-húsinum gongur heilt niður móti lendinum, og her høvdu menn so valt at brúka brennara til at fáa ókrút og deyðagras burtur.

 

Vaktleiðarin vísir á, at tá sløkkiliðsfólkini ivaðust í, um eldur møguliga kundi vera innan fyri klædningin, var neyðugt at loysa nakað av klædninginum niður frá.

 

- Men, tíbetur vísti tað seg, at her var eingin eldur og einki brent millum skins og hold, men sløkkiliðsfólkini valdu at binda um heilan fingur, sum rætt var, verður sagt á løgreglustøðini í Havn.