Slóðbrótandi bindingarlist í Norðurlandahúsinum

Sunnudagin 7. november klokkan 16 letur ein framsýning upp í Norðurlandahúsinum av slóðbrótandi føroyskari bindingarlist hjá Katrinu Mariu Hansen og Jóhanna av Steinum. Tá ið framsýningin letur upp, fer Jóhanna av Steinum at greiða nærri frá verkætlanini. Katrina Maria Hansen varð fødd við Gjógv í 1913. At brúka binding til annað enn pløgg var sera óvanligt í Føroyum fyrr. At gera mynstur og samanseta litir, soleiðis sum Katrina Maria gjørdi, var upp aftur meira serstakt.

Jóhanna Maria av Steinum er útbúgvin á London College of Fashion og seinni á navnframa Central Saint Martin?s College of Art and Design í London við binding sum høvuðsgrein.

Jóhanna datt um verkini hjá Katrinu Mariu í 2007, tá ið hon var í ferð við sína høvuðsritgerð um føroysk klæðini. Fyrsta, hon sá verkini, visti Jóhanna, at her var talan um nakað heilt serstakt, sum mátti varðveitast og sýnast fram.

Jóhanna av Steinum fekk so stóran íblástur av verkunum hjá Katrinu Mariu, at hon sjálv fór undir at sniðgeva eina kollektión, sum bygdi á bindingarlistina hjá Katrinu Mariu. Framsýningin í Norðurlandahúsinum verður tískil eitt samspæl millum upprunaverkini hjá Katrinu Mariu og modernaða sniðið hjá Jóhannu av Steinum.

Framsýningin er opin inntil 24. november og er ókeypis.