Slóðbrótandi avtala um at bora á basaltinum

Leiting eftir kolvetnum í føroyskum øki hevur í dag tikið eitt týdningarmikið stig víðari í strembanini at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum sigur Oljufyrisitingin, nú avtala er gjørd um at bora inni á basaltinum

Tíðindaskriv

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, og loyvishavararnir í loyvi 004 og loyvi 007, hava í dag gjørt avtalu um, at feløgini í seinasta lagi í 2007 fara at bora ein leitibrunn á loyvi 007.

Oljufeløgini BP Amoco Exploration (Faroes) Limited ("BP") og Shell U.K. Limited ("Shell") vendu sær fyrr í ár til føroysku oljumyndugleikarnar at kanna møguleikarnar fyri at eftirverandi skyldurnar at bora tveir leitibrunnarnir í loyvi 004, kundu lúkast við at bora ein brunn longur inni á landgrunninum, har tjúkt lag er av basalti.

Feløgini meta, at tey úrslit, tey hava fingið frá boringini, ið gjørd varð í 2001, á Svínoy leitimiðinum í loyvi 004 og tær kanningarnar, ið síðani eru gjørdar, talaðu fyri, at tað eru betri møguleikar at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum á øðrum økjum, enn í økinum fyri leitiloyvi 004. Hesum eru føroysku oljumyndugleikarnir samdir í, og fegnast tí um at leitingin nú veruliga tekur dik á seg á basaltøkinum. Samstundis má ásannast, at avgerðin um at veita 9 ára loyvini sum part av fyrsta loyvisumfar, nú hevur ein avgerandi leiklut fyri at avtalan í dag kundi gerast veruleiki.

BP og Shell hava gjørt semju við Anadarko Faroes Company ("Anadarko"), ið er einasti loyvishavari á loyvi 007, um at bora ein leitibrunn á hesum økinum. BP og Shell gerast partar av loyvi 007, og verður BP fyristøðufelag í loyvinum. Samstundis sleppa BP og Shell loyvi 004.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, er væl nøgdur við hesa nýggju gongd í arbeiðinum at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum á føroyskum øki. Bjarni Djurholm sigur:

"Oljuleiting í Føroyum hevur nú góð 4 ár á baki síðan fyrsti borurin varð settur í. Royndirnar higartil hava víst, at kolvetni finnst á føroyskum øki og síggja vit nú at leitingin flytur seg longur inn á landgrunnin at kanna leitimið undir basaltinum. Tann brunnurin, sum í dag er avtalaður, hevur fyrst og fremst til endamáls at leita eftir kolvetnum, men eisini at staðfesta jarðfrøðiligu viðurskiftini undir basaltinum til frama fyri framhaldandi leitivirksemi."

"Vit hava eisini staðfest, at føroyskar fyritøkur, ið hava fingið møguleikan at veita oljuvinnuni tænastur í samband við leitivirksemi, til fulnar hava prógvað, at tær eru førar fyri at átaka sær uppgávurnar."

"Tað er tí mín vón at feløgini, sum nú taka stig til at bora gjøgnum basaltið, hepnast við hesi stóru avbjóðing til gagns fyri samfelagið alt."