Aftur hesa føstulávint fer Tórshavnar Froskmannafelag at skipa fyri tunnusláttri á sjónum.
Í ár verður tað leygardagin at tey fara at sláa tunnu á sjónum niðri í Vágsbotni.
Tiltakið er alment, og øll, sum eiga eina vátdrakt, eina turrdrakt, ella kanska bara eina gamla yvirlivilsisdrakt, kunnu kunnu vera við, men tað er best eisini at hava fitjur.
Tey leypa á sjógv klokkan 14, har sum Norðlýsið liggur og tá ið síðsta træsprekið er fingið niður, verður kongafiskurin blakaður uppá turt, og síðani verða øll boðin til bollar og kakao.
Nógv fólk plaga at leita sær í Vágsbotn til hetta afturvendandi tiltak og Tórshavnar Froskmannafelag sigur, at eisini í ár eru øll eru vælkomin.
Men tey halda, at tað hevði verið stuttligt, høvdu fólk verið grýluklødd.
Myndin er frá einum tiltaki av hesum slagi eitt undanfarið ár.