Skynsemi ræður í ársfíggjarætlan fyri 2009

Besta amboð okkara at reka ein skynsaman fíggjarpolitikk er at gera raðfestingar

Sum landsins størsta kommuna fylgja vit við altjóða gongdini á fíggjarøkinum og ásanna samstundis, at vit eru partur av teirri heild, ið myndar heimsbúskapin.

Í tí dagliga hava vit lært okkum, hvussu samansettur prísurin á olju kann vera, ikki bara eftir framleiðslukostnaðinum, men eisini virðinum á dollaranum.

Við hepni hevur Tórshavnar kommuna lagt dentin á ein varligan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, ið setir trivnaðin hjá bæði borgarum og starvsfólkum í hásæti. Yvirskipað hava vit staðið fyri umsitingarligum og politiskum opinleika.

Málið er at hava eitt gott tænastustøði til borgaran í Tórshavnar kommunu. Hinvegin er karmurin eitt støðugt skynsemi og førleikin at møta truplum tíðum.

Eftir lokna setu hevur landsins størsta kommuna nátt teim málum, sett vórðu, støðugt havandi skynsemið og hugsjónina um burðardygd fyri sær.

Raðfestingin, sum er gjørd eftir tørvi, merkir, at ávís øki verða sett í gongd, meðan onnur øki mugu bíða.

Fíggjarætlan fyri Tórshavnar kommunu í 2009 fer til fyrstu viðgerð í býráðnum mánadagin 20. oktober 2008. Dagin eftir, týsdagin 21. oktober 2008 kl. 9:00 verður tíðindafundur.