Skygni roknibøkurnar fullfíggjaðar í 2011

Gongst eftir ætlan verður bókarøðin ?Skygni? fullfíggjað í 2011. - Tá kunnu allir flokkar í fólkaskúlanum, frá fyrsta til níggjunda, rokna á føroyskum undir savnandi heitinum Skygni, sigur Gundur Mortensen ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni

Síðani 2004 hevur Gundur havt Skygnirøðina um hendi. Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen hava týtt og tillagað tilfarið í bókunum, sum byggir á donsku røðina Sigma hjá forlagnum Malling Beck. Føroysku útgávuna hevur Edward Fuglø teknað.

Í fyrstani, tað var frá 1987 til 1995,var Sigma-navnið brúkt í føroysku útgávunum. Síðani 1993 hevur Skygni verði heitið á øllum bókum, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út og sum ætlast at verða brúktar í lærugreinini støddfrøði í fólkaskúlanum.

Í Skygnirøðini er føroyski gerandisdagurin grundstøðið, tá børnini skulu læra talfatan, talfimi og støddfrøðilig hugtøk. Nýggja tilfarið leggur eisini upp til samskifti og spurdómar um støddfrøðilig evni. Næmingurin skal eggjast til at undrast og til sjálvur at koma við hugskotum til loysnir, sum hann síðani kann royna og at enda greiða flokkinum frá.

Umframt tær Skygnibøkur, sum næmingarnir brúka í skúlanum, eru eisini gjørdar vegleiðandi læraramappur og avritssíður við ískoytistilfari.

Fyrsta føroyska roknibókin kom í 1916.

(Kelda: Føroya Skúlabókagrunnur)