Sky Sports filmaði Klaksvíkar hornorkestur

Tíverri gav Páll Klettskarð avboð. Hann er smæðin, sigur pápin

Klaksvíkar hornorkestur spældi í dag eina framúr góða konsert í St. Anne’s Cathedral í Belfast. Stóri spurningurin var um landsliðsspælarin, Páll Andrasson Klettskarð, ið er prinsipalur í orkestrinum, fór at møta og spæla eina løtu.

 

Hoyr samrøðuna við Andras Sólstein við at trýsta á pílin undir myndini

 

Hetta er komið fyri oyra á millum annað kendu sjónvarpsrásini, Sky Sports. Páll Klettskarð var eisini á baksíðuni á The Sun saman við monnum sum Wayne Rooney.

 

Les eisini: (Ljóðsamrøða) Páll skal spæla við Klaksvíkar hornorkestur

 

- Páll er smæðin og dámar ikki, tá ov nógv verður gjørt burturúr. Tí haldi eg hann valdi bara at hugsa um fótbóltin, sigur Andras Sólstein, pápi Páll, sum saman við abbanum, Alex Sólstein, eisini spælir við Klaksvíkar hornorkestur.

 

Les eisini: Páll Klettskarð í The Sun

 

Tað vóru nógvir føroyskir áhoyrarar til konsertina, sum tóktist spæla væl av. Hóast stólurin hjá Pálli var tómur, so vísti Sky Sports stóran áhuga fyri Andrasi, sum mátti greiða frá hvussu ein fótbóltsspælari kann gera annað enn at spæla fótbólt – tað er at kalla óhoyrt í Bretlandi.

 

- Vit eru so fyrsta hornorkestri, sum er á Sky Sports, heldur Andras Sólstein skemtiliga fyri at enda.

 

Sum støðan er í løtuni, so sær út til at Páll Klettskarð byrjar inni í álopinum í annaðkvøld, tá Føroyar spæla móti Norðurírlandi á Windsor Park.