Skúvoyingar tóku einar túsund lírar

Neyvan nakrastaðni í Føroyum er so nógvur líri sum í Skúvoy.

Neyvan nakrastaðni í Føroyum er so nógvur líri sum í Skúvoy. Í Føroyum eru eisini onnur góð líralond, eitt nú í Sandoynni, Stóru Dímun, Koltri og Trøllhøvda.

 

Líri er eisini á fleiri øðrum plássum enn hesum nevndu, men frætt ikki um, at talið aðrastaðni er líka so stórt sum í Skúvoy.

 

Harry Jensen, sum eisini er borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, sigur, at skúvoyingar í heyst mundu taka einar 1000 lírar tilsamans.

 

- Nakrir mans vóru nøkur kvøld, og sjálvur var eg tveir lutfalsliga stuttar túrar. Eg fekk 75 lírar tilsamans.

 

Harry sigur, at hevði hann gingið longri hesi bæði kvøldini, hann var við lyktini, hevði hann ivaleyst fingið umleið tvífalt so nógvan líra.

 

- Eg vil meta, at skúvoyingar í heyst hava tikið einar túsund lírar tilsamans. Hetta er at kalla alt til húsbrúks - og so kanska til at geva familju, vinum og kenningum.

 

Hann heldur, at tað er heilt óbetýðiligt, sum verður selt - um tað yvirhøvur er nakað.