Tilbúgving
- Føroyskir djóralæknar eru bæði ómoralskir og ósosialir og teir seta trygdina hjá samfelagnum í vanda.
Hetta var skoðsmálið, sum djóraæknarnir fingu frá fólkafloksmonnum á løgtingi mkudagin.
Tað var Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, sum vildi hava Bjarna Djurholm, landsstýrismann, at greiða frá, hvussu gekst við royndunum at semjast um eina vaktarskipan fyri djóralæknarnir, so at teir altíð kundu vera tilbúnir í sambandi við djórasjúkur av ymsum slagi, eitt nú fuglakrím, men tað kundi eisini vera í sambandi við ILA ella aðrar sjúkur.
Hetta fekk tveir fólkafloksmenn at skjóta við skørpum eftir djóralæknunum og teir skuldsettu djóralæknarnir bæði fyri at seta trygdina hjá samfelagnum í vanda og fyri at misbrúka støðuna viðvíkjandi fuglakrími til at royna at kroysta pengar burturúr tí almenna niður í engar lummar.
Poul Michelsen helt, at tað hóvaði honum sera illa, at djóralæknar ikki kundi traðka til, tá ið brúk var fyri tí, uttan at skula hava penagar afturfyri.
Hann helt, at tað var heilt ótrúligt, at djóralæknarnir skuldu fáa seg til at seta samfelagsins trygd ívanda við at nokta fyri at bjóða seg fram, tá ið brúk var fyri tí, uttan at teir skuldu hava pengar afturfyri.
Men var Poul Michelsen harður í orðum, var partamaður hansara, Óli Breckmann, enn meiri hvassorðaður og eirindaleysur í sínum dómi yvir djóralæknarnar.
Men hann kallaði framferðina hjá djóralæknunum fyri beinleiðleiðis pengakúging, sum vit lesa um í kriminalbókum og síggja í filmum.
- Hetta er ómoralskt av hundunum til og ósosialt ímóti teimum, sum altíð mugu vera klára at fara til arbeiðis fyri onga løn, tá ið á stendur, eitt nú bjargingarfeløgini.
Men tað, sum hann helt vera ringasta av øllum, er at fuglakrím er eitt mannaskapt fantasiprojekt av einum dómadags-scenarii.
- Fuglakrím er líka sansaleyst sum hetta tvætlið um at vit skulu brenna upp av ozonlagnum, sum brádliga hvørvur, halda vit ikki uppat at brúka spraydósir undir armin og hetta møsnið um at hita jørðina, halda vit ikki uppat at koyra í bili.
- Ørskapur, alt sum tað er, skoytti Óli Breckmann upp í.
Tó helt, at vit sjálvandi skulu vera til reiðar til eina heimsfarsótt, men hann mælti kortini til, at vit ikki missa fótafestið, men ansa eftir, hvussu vit brúka pengarnar.
Finnur Helmsdal ávaraði teir báðar ímóti at leggja ein heilan samfelagsbólk undir at nassa og at misbrúka støðuna til egnan fyrimun.
Hann sipaði til, hvat apotekarar og læknar og onnur fingu, fyri sama slag vaktarskipanir, men mnurin var, at tey vóru limir í donskum fakfeløgum, ella høvdu professionellar danir at samráðast fyri seg, men tey, sum vóru í føroyskum fakfeløgum, fingu durafjórðingin.
Hann vísti annars til, at lógim áleggur at hava eftirlit við øllum livandi djórum í sambandi við djórasjúkur, men hetta eftirlitið klára vit ikki, tí vit ikki unna føroyskum fakfeløgum teirra rættindi.
Bjarni Djurholm helt, at tað er neyðugt hetta at fáa avgreitt, tí missir ES álitið á okkum í hesum sambandi, tí vit ikki hva eina nøktandi tilbúgving, er tað eitt álvarsmál.
Annars hevur landsdjóralæknin átikið sær av hava hesar vaktirnar, hóast tað hoyrir undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
Tað hevði verið ein vanlukka fyri Føroyar, skoytti Finnur Helmsdal upp í, tí tað kann enda við, at vit ikki sleppa at útflyta fisk til ES.