Skurðlæknin verður kommunulækni

Hanus á Lógv byrjar í nýggjum starvi 1. apríl.

Heilsutrygd hevur sett Hanus á Lógv í starv sum kommunulækna í viðtalu 1 í Norðoya læknadømi.

 

Hanus á Lógv nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 1988 frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur drúgvar royndir innan læknayrkið - bæði á sjúkrahúsum og í  kommunulæknaviðtalum.

 

Í 1997 fekk hann serlæknagóðkenning innan kirurgi og virkaði sum skurðlækni í Svøríki og seinni sum vikarierandi yvirlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

 

Hann arbeiddi eisini í fleiri ár sum kommunulæknaavloysari í Norðoya læknadømi, áðrenn hann fyri trimum árum síðani fór undir at fáa sær serlæknagóðkenning innan almenn medisin.

 

Hanus á Lógv tekur við starvinum í Norðoya læknadømi 1. apríl 2018.