Fortreytin fyri at savna alla fakfelagsrørsluna til felags lønarsamráðingar er, at talið av fakfeløgum minkar úr teimum umleið 55, vit hava í dag, niður í 10.
Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki. Við vinnublaðið »Vinnan« í Sosialinum í dag sigur hon, at tað er ein fortreyt, um tað skal eydnast at gera eitt føroyskt LO – eina føroyska fakfelagssamskipan, sum vit í øðrum londum kenna sum LO.










