Skulu uppdragast at hugsa um javnstøðu

JAVNSTØÐA Spurningurin um javnstøðu er mest millum oyruni og tí er neyðugt við hugburðsbroytingum, sigur forkvinnan í Javnstøðunevndini

- Vit skulu uppdragast til at hugsa um javnstøðu.
Tað heldur Katrin Kallsberg, forkvinna kvinnufelagnum í Havn.
Hon heldur, at ein máti at venja okkum við at hugsa um javnstøðu er, at hvørja ferð, eitt uppskot verður lagt fyri løgtingið, skal tað viðmerkjast, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri javnstøðuna.
Sum er, verður greitt frá, hvørjar fíggjarligar avleiðingar eitt uppskot hevur fyri landið og kommunurnar, hvørjar sosialar avleiðingar tað hevur, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri umhvørvið og fyri umsitingina.
Men nú skal javnstøðuhugtakið við, heldur Katrin Kallsberg.
- Tað kann tykjast løgið, at vit hava eitt slíkt ynski í 2013, men hetta er eitt, vit halda, eigur at vera sett í verk.
- Tað krevur ikki tað stóra av umsitingini, men hevur ein uppalandi ávirkan.

Manglandi virðing
Og tað heldur hon er neyðugt, tí hon heldur ikki, at virðingin fyri javnstøðu er serliga stórur.
Hon minti á, at altjóða kvinnudagurin. 8. mars, er almennur flaggdagur í Føroyum.
Tí fegnaðist hon um, at tey í Tinganesi høvdu minst til tað og høvdu vundið Merkið á stong fríggjadagin.
Tað er als ikki ein sjálvfylgja, tí á landsins størsta arbeiðsplássi fyri kvinnur, á Landssjúkrahúsinum, høvdu tey ikki minst til tað. Har varð Merkið ikki vundið í húnarhátt, fyrrenn hon ringdi og gjørdi vart við tað.

Langt á mál
Men sambært forkvinnuni í Javnstøðunevndini er langt á mál, áðrenn javnstøða verður ein natúrligur hugburður her á landi.
Hon vísir til eina kanning, sum er gjørd í 2011 og 2012 og sum vísir, at 17% av kvinnunum og 39% av monnunum eru av teirri fatan, at í Føroyum hava vit ongar trupulleikar av javnstøðu.
Í eini aðrari kanning var niðurstøðan enn meiri hugstoytt, tí har vórðu ungar gentur í framhaldsdeildini spurdar, hvørja støðu, tey høvdu til javnstøðu.
- Tað vóru heili 22% av teimum, sum hildu, at menn vóru betri leiðarar og dugdu betri at taka avgerðir, enn kvinnur.
Í sínum arbeiði sum lækni sær Katrin Kallsberg eisini javnan, hvussu hugburðurin er.
- Hevur ein kvinna átt ein beiggja, siga øll, hvussu raskur hann er. Eigur hon eina diddu, er hon fitt.
- Longu har síggja vit hugburðin til kynini, sigur forkvinnan í javnstøðunevndini
Hon sigur, at tað eru tveir vegir fram ímóti betri javnstøðu og tað er við upplýsing ella við lóggeving.
- Í Noregi hava tey prógva, at tað ber til at fremja eina hugburðsbroyting ígjøgnum lóggeving.
Í Noregi tóku tey tað støðu, at tey vildi hava javnari kynsbýti í nevndum og ráðum og at býtið skuldi vera minst 40% og 60%.
Tað varð gjørt við lóg og tað hevur eydnast væl.
Í Danmark valdu tey upplýsingarvegin, akkurát sum vit hava gjørt tað, og at javnstøðan skuldi vera sjálvboðin.
Men har hevur milt sagt ikki gingist nakað serligt við javnstøðu.
Tvørtur ímóti er tað gingið skeivan vegin á summum økjum, tí har er prosentparturin av kvinnum í leiðslum enntá minkaður seinastu árini.