Skulu umbyggja Kúrberg

Ætlanirnar at fara undir eina verkætlan, har Kúrberg verður umbygdur til eitt nýmótans motor- og seglskip, eru nú komnar so mikið áleiðis, at kallað verður inn til almennan fund á Tvøroyri fríggjadagin 7. okt. 2011.

Tvøroyri var Føroya fremsta skipahavn við sera nógvum sluppum og skonnartum. Men í dag eru tær allar burtur, og eigarin av seinasta træskipinum Kúrberg hevur havt ætlan um at upphøggja skipið. Vit fáa onga av gomlu sluppunum ella skonnartunum aftur. Hamranes, Marité, Westward Ho, Falkurin, Skarvanes o.a. eru farnar. Men vit hava tó enn ein seinasta møguleika. Hann eitur Kúrberg.

Kúrberg er bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1950 sum bygginummar 4. Jóhan í Hoyvík lat skipið byggja. Skrokkurin er ein søga í sær sjálvum, tí hann er so avbera sterkt bygdur, ivaleyst tí eigarin eisini skuldi royna í Grønlandi.

Ætlanin er, at alt verður tikið úr skipinum, so bara skrokkurin er eftir. Síðan verður skipið bygt av nýggjum, men ikki bundið av søguligum tradisjónum, men við nýmótans innrætting og útgerð. Umframt nýggjan motor, skal skipið eisini hava segl, sum skulu vera lætt at handfara.

Endamálið við skipinum er, at tað skal kunna brúkast til útferðir við ferðafólki, fiskitúrar, undirvísing av næmingum, ráðstevnur, smærri veitsluløg og longri túrar til grannalondini. Ætlanin er eisini, at skipið skal hava eitt tætt samstarv við SALT, soleiðis at skipið kann gerast ein partur av tí, sum SALT fer at bjóða fram sum tiltøk. Tí verður kravt nógv av innrættningi, soleiðis at henda kann lúka øll krøv, eisini til komfort.

Verkætlanartíðin verður mett til eini tvey til trý ár. Kostnaðurin fer ivaleyst at liggja um einar fimm milliónir krónur. Fíggingin skal fást til vega her í økinum, men sjálvsagt verður eisini roynt at finna fígging úr ymsum grunnum, sum fáast við at stuðla slík tiltøk.

Verkætlanin stendur og fellur við, at vit finna fígging her. Men verkætlanin stendur og fellur eisini við, at lokalar kreftir her í økinum bjóða sína arbeiðsmegi fram ókeypis. Tað er ein avgerandi fortreyt. Her rundan um eru nógvir dugnaligir handverkarar og meistarar umframt onnur. Fyri øll hesi kann talan gerast um eina fakliga avbjóðing, sum eisini onnur seinni fara at meta um. Í tí sambandinum er eisini ætlanin at heita á verkfrøðingar og arkitektar, sum hava røtur hiðani av plássinum, um at gera uppskot til tekningar o.a.

Henda verkætlan kann vónandi savna okkum um nakað positivt og frameftirlítandi. At vit standa saman um nakað, sum kann gerast til ein lokalan stoltleika. Fyribils eitur skipið Kúrberg, men væntandi fer tað fáa annað navn, sum hevur tilknýti til oynna.

Almenni fundurin verður á Seglloftinum á Tvøroyri fríggjakvøldið 7. oktober kl. 19. Á fundinum verður m.a. formligi eigarin stovnaður, sum verður ein sjálveigandi grunnur. Men fremsta málið við fundinum er sjálvandi at meta um, um undirtøka er fyri verkætlanini.

Tað er Sujðuroyar Sparikassi, sum í løtuni eigur Kúrberg.