Fólkafloksmaðurin Jógvan við Keldu heldur, at allir norðurlendingar eiga at duga at tosa svenskt. Við Aftonbladet sigur hann, at svenskt er tað størsta málið í Norðurlondum, og tí er tað ikki annað enn rímiligt, at svenskt verður eitt felags norðurlendskt mál. Jógvan við Keldu heldur, at á tann hátt kunnu vit forða tí enska málinum at doyva tey norðurlendsku. Nú bíðar hann eftir, hvat hini Norðurlondini siga.










