Ivan Eginsson Moskalenko
Valby
Tey seinastu árini hava vit upplivað eina ógvusliga broyting av útlendingapolitikkinum í nógvum evropeiskum londum og ikki minst í Danska ríkinum, sum eisini umfatar Føroyar.
Á nógvan hátt er hetta sera væl skilligt. Í Danmørk, Fraklandi, Týsklandi og nógva aðrastaðni síggja vit í dag, at manglandi eftirlit á útlendingaøkinum ígjøgnum 30-40 ár elvir til nógvar trupulleikar av ymskum slagi og enntá samanbrestir, tá ið nógvir innflytarar serliga úr ávísum londum ikki vilja ella kunnu integrera seg í tað nýggja samfelagið.
Nógvir av hesum fremmandu eru teimum innføddu evropearum til byrðu fíggjarliga, tí at innflytarar ikki megna at klára seg sjálv og krevja tí penningarhjálp frá nýggja heimlandi sínum, men eisini málsliga, mentanarliga, og í summum førum politiskt, tá ið tey onga virðing hava fyri teimum demokratisku virðunum, sum hoyra Vesturheiminum til, og halda fram at liva, sum at tey enn vóru í londunum, ið tey eru fødd og uppvaksin í, men sum tey onkursvegna ikki vilja búgva í longur.
Tí er einki sum helst undarligt í tí, at útlendingalógin er herd - eisini í Norðurlondum. Hetta er faktiskt púra beint. Undarligt er nakað annað at tað rakar fremmand fólk, sum eru vælvirkandi, kunnu og vilja arbeiða og í nógvum førum eru vælintegrerað málsliga og sosialt.
Ein av høvuðstreytunum fyri ein útlending at koma í eitt annað land er og skal vera, at viðkomandi megnar at forsyrgja sær sjálvum. Um hann ikki kann tað, hevur hann einki at gera í hesum landinum. Og tað skal einhvør borgari í einumhvørjum stati vera fullgreiður yvir, áðrenn hann tekur hetta rættiliga stóra stigið í lívi sínum og flytir til eitt annað land í eina tíð ella kanska við tí fyri eyga at skapa sær eina nýggja tilveru fyri lívið.
Um útlendingur hvørki hevur arbeiði ella nakrar pengar at liva fyri og viðkomandi veit, at hann, sum fremmandur, einki fær úr arbeiðsloysisskipanini so flytir hann sjálvur av aftur landinum í seinasta enda! Tað gevur eftir mínum tykki - onga meining, at landskassin skal gjalda eisini útlendingum arbeiðsloysisstuðulin - eins og tey skulu rinda til ALS (fólk í til dømis Brøðrasamkomuni kunnu jú sleppa frá at gjalda kirkjuskatt, um tey ynskja tað). Ikki fyrrenn innflytarar gerast statsborgarar í nýggja landi sínum og hetta kann um tey eisini lúka ávísar aðrar treytir henda í fyrsta lagi eftir 9-10 ár av fastari búseting í landinum.
Men hvussu ber tað til, at útlendingar, sum hava arbeiði um boðið - og sum arbeiðsgevarin fegin vil hava til arbeiðis verða vístir av landinum? Hví skal tað ikki vera upp til arbeiðsgevaran at gera av, um hann ger nýtslu av einum útlendingi, ella heldur tekur ein dana/føroying framum? Tað er jú sólarklárt, at ein føroyskur arbeiðsgevari undir vanligum umstøðum helst tekur føroyingar framum útlendingar (sjálvandi!), um so er, at føroyingar eru tøkir og kunnu fremja líka gott arbeiði, sum útlendingar. Men um arbeiðsgevarin álíkavæl vil hava ein ávísan útlending framum onkran tøkan føroying, so roknar hann uttan iva við at fáa meira gagn av hesum útlendinginum, enn einum føroyingi og eingin lóg skal forða honum í hesum!
Hetta er bert vanligur logikkur, tá ið vit hugsa um arbeiðs- og marknaðarviðurskifti í einum og hvørjum landi.
Hví skulu útlendingar, eins og trælir, bert bindast at einum konkretum arbeiðsgevara og ikki kunna skifta millum arbeiðspláss og vinna sær pening til dagligt breyð her ella har, tá ið tey álíkavæl megna at forsyrgja sær sjálvum og arbeiðsgevarar hava brúk fyri júst teimum? Hesi eru jú samfelagnum til onga fíggjarliga byrðu. Tvørturímøti, tey gjalda sín skatt, eins og øll onnur. Ella um ein útlendingur er arbeiðsleysur í eina tíð men kortini hevur nokk av pengum fyri at klára seg og gjarna vil búgva í landinum hví skal ein slíkur blakast út? Hann sýgur jú ikki nakað úr landskassanum, heldur rindar fyri at vera her við at keypa mat og samfelagstænastur&
Landsstýrismaðurin í innlendismálum kann sjálvandi siga soleiðis er jú lógin og vit mugu fylgja henni. Men lógirnar eru til at broyta, tá ið einhvør klárthugsandi persónur kann síggja, at nakrar teirra á útlendingaøkinum eru snøgt sagt ótíðarhóskandi og hoyra heima í fornum øldum, tá ið trælahald var ein gerandiskostur.
Ein annar spurningur er - hví skulu vit yvirhøvur síggja Danmørk og Føroyar sum tvey ymisk útlendingamálsøki, tá ið hvørki løgreglan ella útlendingamálið í Føroyum eru yvirtikin av føroyskum myndugleikum og øll útlendingamálini í Danmørk og Føroyum álíkavæl eru formliga avgreidd av somu embætisfólkunum á Útlendingastýrinum í Keypmannahavn? Fyri útlendingar í Føroyum merkir hetta bert, at tey skulu ígjøgnum uppaftur longri bíðutíð og fleiri avgreiðslumyllur, enn útlendingar í Danmørk, og at myndugleikarnir bæði í Havn og í Keypmannahavn kunnu kasta abyrgdina av føroyskum útlendingum hvør frá øðrum.
Á heimasíðuni hjá Danska Útlendingastýinum stendur at lesa:
&Mål 2.2: Sagsbehandling af ansøgninger om arbejdstilladelse uden for positivlisten& Vedrører ansøgningen arbejde uden for positivlisten, vil den blive behandlet inden for 2 måneder, hvis alle oplysninger er medsendt fra starten, og hvis ikke særlige kontrolhensyn gør sig gældende...
Positivlistin umfatar serlæknar, granskarar og onkur onnur størv. Útlendskir umsøkjarar til slík størv kunnu vænta sær avgreiðslutíð innan ein mánað. Øll onnur fáa svar frá Stýrinum uppá umsóknir sínar um í seinasta legi tveir mánaðir. Her er ikki talan um átta, tólv ella sekstan mánaðir, sum onkur útlendingur í Føroyum var noyddur til at bíða&
Tvær loysnir kunnu vera, fyri at fáa enda av hesum ruðuleikanum. Antin er útlendingamálið 100% yvirtikið av føroyingum heldur í dag, enn í morgin. Ella tvørturímóti - alt føroyska útlendingamálið, sum tað er, verður yvirlatið Danska Útlendingastýrinum, sum lovar avgreiðslutíð uppá í mesta lagi tveir mánaðir. Kanska kundi ein føroyskur fulltrúi sitið á Útlendingastýrinum í Keypmannahavn við umsóknum úr Føroyum, sum neyvan eru so ómetaliga nógvar í tali, at ein embætismaður ikki megnaði at avgreiða tær skjótt og skilagott. So hevði Føroya Landsstýri spart fitt av peningi og orku uppá útlendingamálið.