Tórshavnar býráð samtykti í gjár, at brúka eitt stykki á 51000 m2 til bústaðarbyggin. Økið, sum skal nýtast er eystanfyri Dalin Langa, sum er fríðøki.
Dalurin Langi liggur uppi í Hoyvík.
Eftir ætlan skulu 100 bústaðir byggjast og talan er um at gera eina serstaka bygging, ið minnir um hana í Tórsbyrgi, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna byggi- og býarskipanarnevndini.
Býráðið hevur samtykt at gera eina byggiskrá og hevur játta pening til sniðgeving av útstykkingini.










