Skulu sleppa at skjóta grágæs

Bóndur og aðrir jarðareigarar eiga at fáa loyvi at skjóta grágæs.

Bóndur og onnur, sum eiga velt lendi, hava leingi kært seg um, at grágásin ger stóran skaða á bøin, og í vetur skjeyt landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum upp at loyva teimum, sum eiga velt lendi, at skjóta grágæs.

 

Málið hevur ligið í vinnunevndini síðani, og har er tað viðgjørt á fleiri fundum. Úrslitið er, at meirilutin, sum er samgonguumboðini, mælir til at geva teimum, sum eiga velt lendi, skrivligt loyvi til at skjóta grágæs, sum hava sett seg har. Meirilutin leggur tó afturat, at tað er neyðugt at ávísa grundaðar trupulleikar, áðrenn loyvi kann latast. Herumframt skal tann, sum skjýtur, boða frá, hvussu nógvar gæs hann ella hon hevur skotið, og myndugleikin skal hava møguleika at fáa tær skotnu gæsnar til kanningar.

 

Meirilutin sigur eisini, at landsstýrismaðurin skal stíla fyri kanningum og vísindaligum teljingum fyri at fáa staðfest, hvussu stórur grágásastovnurin er.

 

Umboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum siga, at bóndur, sum reka vinnuligan landbúnað, og sum kunnu skjalprógva fíggjarligan miss av gæsnum, eiga at fáa loyvi at skjóta grágæs.

 

Umboðið hjá Sjálvstýrisflokkinum mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið, tí at ov nógvir ivaspurningar eru, eitt nú vantandi vitan um gásastovnin.