Vit eiga at sleppa at selja sterkari rúsdrekka í Føroyum, enn vit sleppa nú.
Tað heldur Ferðavinnufelagið.
Sum lógin er nú, er tað ikki loyvt at selja rúsdrekka í Føroyum, sum er yvir 60 prosent.
Ferðavinnufelagið heldur, at tað er óheppið, tí tað eru nógv av teimum serligu sløgunum av rúsdrekka, sum eru sterkari enn 60 prosent. Talan kann vera um ymisk sløg av Whisky og Rom, men tey eru altso forboðin í Føroyum, soleiðis sum lógin nú er.
Tískil mælir Ferðavinnufelagið nú til at hámarkið fyri rúsdrekka, sum tað er loyvt at selja í Føroyum, verður hækkað úr 60 prosentum, upp í 65 prosent, soleiðis at eisini føroyingar kunnu ogna sær ymisk sløg av serligum rúsdrekka.