Klokkan 17 hittast Víkingur og NSÍ í Sarpugerði. Í morgun sá eina løtu út til, at tað fór at verða torført at spæla fótbólt í Norðagøtu ídag. Tað verður kalt í Gøtu seint seinnapartin, men tað verður roknað við, at grannauppgerðin millum Víking og NSÍ verður.
Felags fyri meistararnar í Víkingi og steypavinnararnar í NSÍ er, at liðini í øðrum umfari taptu. Víkingur tapti 2-1 í Gundadali ímóti HB, og NSÍ tapti 1-0 á heimavølli ímóti KÍ.
-Vit løgdu okkum framum í Gundadali, og vit høvdu møguleikar at skora fleiri mál, áðrenn HB svaraði aftur. Tað vísir, hvussu týdningarmikið tað er at vinna úrtøku úr møguleikum, og hvussu kostnaðarmikið tað kann vera ikki at skora mál, sigur Víkinga miðvallarin Heðin Hansen.
Í fjør vóru allar tríggjar uppgerðirnar millum Víking og NSÍ tættar. Víkingur vann 1-0 í Runavík, og NSÍ vann 2-1 bæði í Runavík og við Løkin.
NSÍ vann steypafinaluna 1-0. Tá var Einar Tróndargjógv, sum í dag hevur 30 ára føðingardag, einsamallur málskjútti. Einar er skaddur og tískil ikki førur fyri at spæla ídag.
Stórsteypadystin fyri einum mánað síðani endaði 1-1, áðrenn Víkingur og serliga Elias Rasmussen vunnu brotssparkskappingina.
Tað er ivasamt, um Elias Rasmussen verður førur fyri at spæla ídag. Hann er skaðadarvaður.
-Eg ivist ikki í, at talan verður um tætta uppgerð. Vit vóna, at fótbóltsspælið hjá okkum verður betri, enn tað var í tapinum ímóti KÍ, sigur Tórður Thomsen.
Símun Rógvi Hansen er framvegis skaddur, og harvið verður tað aftur í dag Tórður, sum fer at verja NSÍ málið.










