Tey reiðarí, sum hereftir vilja sleppa at fiska undir Føroyum, skulu prógva, at tey eru føroysk, og at tað eru føroyingar, sum hava fult ræði á teimum.
Tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Sum støðan er, kunnu útlendingar eiga í mesta lagi ein triðing av teimum reiðaríum, sum fiska undir Føroyum.
Men tað er ofta ført fram, at í veruleikanum eru tað útlendsk feløg, sum hava ræðisrættindini á summum reiðaríum, sum fiska við føroyskum fiskiloyvum.
Nýggja CEF samgongan hevur sett sær fyri at nýskipa fiskivinnuna, har eitt av endamálunum er, at øll spekulasjón við privatum keypi og sølu av fiskirættindum, verður steðgað
Samstundis skulu øll fiskirættindi vera á føroyskum hondum og bert feløg, sum hava føroyskar eigarar, sum eru skrásett í Føroyum, sum rinda skatt í Føroyum, og sum rinda manningini hýru eftir føroyskum sáttmála, kunnu bjóða seg fram í føroyskari fiskiveiði.
Í politiskum orðaskifti á fólkafundi í Havn um vikuskiftið, vísti Høgni Hoydal á, at sum støðan er nú, er tað umsitingin í Fiskimálaráðnum, sum, eftir fløktum reglum og mannagongdum, skal prógva, at útlendingar ikki eiga meiri enn ein triðing í einum reiðarí, sum fiskar við føroyskum fiskiloyvi.
Hann er sannførdur um, at tað slepst ikki undan útlendskum pengum í føroyskari fiskivinnu. Men hevur eitt felag fyrst fingið loyvi, er eingin møguleiki hjá føroyskum myndugleikum at koma afturum aftur at kanna eftir, sum treytirnar um føroyskan ognarskap verða hildnar.
Høgni Hoydal heldur, at besti mátin at loysa tann trupulleikan, er at venda mannagongdini á høvdið.
- Tann besta loysnin er, at tey, sum søkja um føroyskt fiskiloyvi, skulu sjálvi prógva eftir heilt greiðum treytum. at reiðaríið er føroyskt og annars lýkur allar treytir, myndugleikarnir seta.
- Tað hevði beinanvegin bøtt munandi um støðuna, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.