Skulu sjálvsagt vera limir

Jenis av Rana heldur, at Føroyar landafrøðiliga heilt náttúrligt hoyra heima í NATO

Tað var rætt av landsstýrinum at venda sær til NATO at kanna verjupolitisku støðuna fyri Føroyar sum fullveldi.

Hetta er greiða niðurstøðan hjá Jenisi av Rana í sambandi við, landsstýrið hevur latið serfrøðingar kanna møguleikarnar fyri sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í NATO ella einum av undirfelagsskapum tess.

? Eg mælti sjálvur landsstýrinum til at venda sær til NATO fyri fáum mánaðum síðani, so eg kann ikki annað enn taka undir við landsstýrinum í hesum máli, sigur Jenis av Rana.


Mugu ikki undirmeta týdningin

Jenis av Rana úr Miðflokkinum vísir á, at Føroyar uttan iva hava alstóran verjupolitiskan týdning fyri alt Norðuratlantshav í dag, eins og fyrr.

Tí minnir hann politikarar á ikki at undirmeta hendan týdning.

Jenis av Rana tekur undir við, at Bretland uttan iva roknar Føroyar sum verjupolitiskt heimabeiti. Føroyar eru bretskt øki, tá hugsað verður um verjupolitikk, heldur hann.

Men kortini heldur Jenis av Rana tað vera neyðugt, at vit staðfesta trygd okkara formelt við at gerast limir í NATO ella Partnership for Peace.


Kjak í tinginum

Jenis av Rana heldur, at landsstýrið í størri mun átti at ráðført seg við løgtingið í sambandið við verjupolitikk fyri Føroyar sum fullveldi.

? Eg haldi, at landsstýrið eigur at leggja málið fyri tingið til orðaskiftis og í størri mun at kunna uttanlandsnevndina, sigur Jenis av Rana.