Skulu seta 14 milliónir av til at fyrireika tunnil til Suðuroyar

Á almennum fundi í Suðuroy var tað eitt krav, at tunnilin verður gjørdur - og at farið verður undir fyrireikingarnar nú

Tað er eitt krav frá suðuroyingum, at undirsjóvartunnil verður gjørdur. Tað var niðurstøðan á almennum fundi í Suðuroynni í gjár um tunnilin.

Og tað er eisini eitt krav, at farið verður undir fyrireikingarnar nú, tí tað tekur eini trý - fýra ár, frá tí at farið verður undir fyrireikingarnar, til tað er klárt at seta borin í.

Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum sum ger Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, upplýsti, at fyrireikingarnar fara at kosta einar 14 milliónir.

Og hann heldur, at verða tilsamans einar seks - sjey milliónir settar av hesi bæði næstu árini, í 2020 og 2021, ber til at koma á mál fyri fyrireikingunum.

Verður ferð sett á arbeiðið, ber til at koma so langt, at tað ber til at fara í holt við sjálvan tunnilin í 2023 ella 2024, segði Teitur Samuelsen.

Tað tekur fimm ár at bora hann, og eini tvey, trý ár at gera hann kláran at taka í brúk. So verður dentur lagdur á arbeiðið, kann tunnilin verða liðugur í 2030, sigur Teitur Samuelsen.

Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Samferðsluráðnum hjá landsstýrinum, sum nú er niðurlagt, heldur, at suðuroyingar gera alt ov lítið vart við seg í sambandi við tunnilin.

Hann heldur, at suðuroyingar eru so deydligir, at hann spurdi rætt og slætt um suðuroyingar vilja hava tunnil yvirhøvur.

Hann segði, at eftir at hava arbeitt í landsstýrinum í nógv ár, er tað hansara royndir, at tað krevst eitt stórt og miðvíst lobbyvirksemi fyri at fáa undirtøku fyri eini slíkari verkætlan.

– Eg veit, hvat lobbyvirksemið krevst til at fáa eitt slíkt projekt ígjønum, segði hann. Og hann legði afturat, at tað sæst alt ov lítið til tað frá suðuroyingum.

Tí var tað eisini eitt uppskot á fundinum í gjárkvøldið, at suðuroyingar seta ein bólk, sum skal arbeiða víðari við málinum, og sum skal halda gongd í málinum. Ein ávís undirtøka var fyri tí, men tann bólkurin varð so ikki valdur á fundinum í gjárkvøldið.

Vit hava nógv meiri um hetta í Sosialinum nú um vikuskiftið