Føroyar og Danmark hava í dag skrivað undir eina avtalu um at samstarva innan útbúgving og gransking Á Norðurlandaráðsfundinum í Helsingfors hava Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, og danski ráðharrin fyri vísind, tøkni og menning, Helge Sander, undirskrivað eina yvirlýsing um samstarv millum Danmark og Føroyar í sambandi við hægri útbúgvingar og gransking. Mett verður, at við hesi yvirlýsing kann ruddast slóð fyri at styrkja og menna viðurskiftini landanna millum bæði á tí útbúgvingarliga og tí granskingarpolitiska økinum.
Í stuttum er innihaldið í yvirlýsingini tað, at tað bæði hjá myndugleikum og stovnum, skal gerast lættari at samstarva um hægri útbúgvingar og gransking. Tað hevur týdning, at londini halda fram at menna samstarvið á útbúgvingar- og granskingarøkinum, og soleiðis styrkja grundarlagið fyri góðkenning av útbúgvingum hjá hvørjum øðrum.
Ætlanin er at skipa eina danskt-føroyska samstarvsnevnd, sum skal viðgera universitets- og granskingarpolitiskar spurningar.
Fyri nøkrum árum síðan var ein líknandi avtala gjørd við danska Undirvísingarmálaráðið, sum snúði seg um framtíðar samstarv innan undirvísing.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, fegnast um avtaluna og sigur, at ætlanin er eisini at fáa líknandi avtalur við onnur av okkara grannalondum, sigur mentamálaráðið í tíðindaskrivi.