Skulu royna at ávirka

Formaðurin í eldraráðnum í Havn, Hans Jacob Hermansen, heldur, at tað er umráðandi, at eldri fólk eru virkin.

Tórshavnar kommuna hevur í nøkur ár havt eitt sonevnt eldraráð, sum skal ráðgeva býráðnum í Havn í sambandi við mál, sum hava við eldraøkið at gera, og sambært formanninum í ráðnum, Hans Jacob Hermansen, er ráðið sera virkið.

 

Hann nevnir millum annað, at tey hava gjørt eina trivnaðarkanning millum tey eldru í kommununi. Ráðið roynir so gott tað kann, at gera vart við umstøðurnar hjá teimum eldru í kommununi, og hvussu hesar kunnu betrast, sigur Hans Jacob Hermansen í samrøðu við Vikublaðið.

 

Formaðurin í eldraráðnum heldur, at tað er ómetaliga umráðandi, at eldri fólk eru virkin, og at tey royna at hava ávirkan á sína framtíð.

- Tað er týdningarmikið, at vit hava fólk, sum eru í yngra endanum, sum kanska eru við til at fyrireika sítt otium. Eg eri yngsti limur í ráðnum, og eg eri 67 ár, sigur Hans Jacob Hermansen.

 

Les alla samrøðuna við Hans Jacob Hermansen í Vikublaðnum, sum er borið út í hvørt heim í dag. Í vikublaðnum er eitt stórt tema rættað móti eldri fólki, nevnt 60+.