Skulu rógva fjúrtan kilometrar í tveir dagar

Kappró?ur: Eysturoyingurin var? flota?ur flaggdagin, og í gjár fór manningin til Scillyoyggjarnar, har teir skulu kapprógva komandi vikuskifti

Sunnudagin var flaggdagur, og ta? hevur í mong ár veri? føst mannagongd í teimum kappró?rarfeløgunum, har ta? av álvara ver?ur gjørt naka? vi? venjingina og harvi? kappingina um fremstu plássini, at bátarnar ver?a flota?ir henda dagin.

Ta? var eitt sindur tjúkt í ve?rinum sunnudagin, men ta? vóru gó? ró?rarlíkindi, og í fleiri stø?um sóust kappró?rarbátar.

Millum bátarnar, sum vór?u drignir úr neystinum flaggdagin, var Eysturoyingur. Í fjør vunnu teir á Skálafjør?inum alt ta?, sum var at vinna, og sí?sta fer?in, at báturin var lyftur og lættur, var eftir ólavsøkuró?urin.

Nú var tí?in so komin aftur at draga knørrin úr neystinum, og í ró?rarhøpi vóru ta? eingir ársungar, sum settu seg vi? árarnar. Nógv teir flestu, sum í fjør vunnu so nógv skreyt og nógvan hei?ur til NSÍ, hava hug at taka eitt tørn afturat. Teir ró?u eina løtu í gó?ve?rinum, og tá teir royndu máli? og tóku tí?, var ta? líti?, sum bendi á, at teir hava hildi? frí frá kappró?rinum í níggju mána?ir.


Fyrireikingarnar

Og ta? hava teir heldur ikki. Í fyrraári? bjó?a?i Amerada Hess besta 10-mannafarinum at taka lut í serliga kappró?rinum í Scilly oyggjunum. Í tí sambandinum fingu teir kappró?rarbátin Brendan henda vegin, og um hesa tí?ina í fjør var manningin á Vestmenningi á Scilly oyggjunum. Teir høvdu vant umbor? á Brendan, og ta? hevur manningin á Eysturoyingi eisini gjørt:

? Vit fingu bátin inn henda vegin sí?sta heyst. Tá vóru vit onkra fer?ina og vandu, men ta? spurdist ikki ta? heilt stóra burturúr, og í desember vóru vit onga fer?ina í bátinum. Sí?ani ársskifti? hava vit ætla? at vant meiri mi?víst, men ve?ri? hevur veri? so miki? ólagaligt, at ta? hevur ikki bori? okkum til at veri? so ofta í bátinum, sum vit høvdu rokna? vi?, men sí?ani á páskum hava vit vant heilt nógv.

Hetta sigur Sofus Hansen. Hann er ein av rógvarunum og lei?ari á fer?ini. Mest sum øll manningin, sum í fjør var vi? til at vinna so nógv vi? Eysturoyingi, hevur veri? vi? í fyrireikingunum. Tveimum hevur borist frá. Teir eru Martin Gregersen, sum er til skips, og Jákup Súni Vang, sum ta? av útbúgvingarávum hevur borist frá. Hinir níggju, sum hava fyrireika? seg, eru umframt Sofus Hansen, Sámal Hansen, Tóroddur Vang, Janus Vang, Ludvík Justinussen, Martin Venned, Páll Lamhauge, Jan Herman Hansen, Anthony Hansen og so Tummas Petur Thomassen, sum er n?ggjur ma?ur.


Fer?in

Kappró?rarmenninir fóru vi? Mærsk flogfarinum í gjár. Á middegi í dag koma teir til Sankt Mary á Scillyoyggjunum. Teir skuldu flúgva út hagar vi? tyrlu. Í nátt hava teir hildi? til su?uri á Lands End, eftir at teir umvegis Keypmannahavn og Gatwick lufthavnina í London og ein flogvøll, sum eitur Newquay Airport, høvdu koyrt sí?sta teinin í bussi.

Máli? vi? fer?ini er kappró?urin, sum teir komandi vikuskifti skulu taka lut í. 60 manningar ymsa sta?ni frá í heiminum stevna í hesi vikuni til Scilly oyggjarnar, har kappró?urin ver?ur bæ?i leygardagin og sunnudagin. Scilly oyggjarnar eru fleiri enn 140 í tali, men ta? búgva bara fólk á fimm av teimum, og størsti parturin av teimum b?r á Sankt Mary.

Føroyska fer?alagi? ver?ur í Føroyum aftur annan hósdag. Sum sagt so er ta? Amerada Hess, i? hevur rinda? fyri fer?ina og uppihaldi?. Klædnahandilin Jallur hevur stu?la? vi? fer?abúnunum.


Kappingin

Ta? er ikki smávegis kapping, sum føroysku ró?rarmenninir skulu í komandi vikuskifti. Fríggjakvøldi? ver?ur ein ró?ur, sum kortini ikki fer at telja vi? í kappingini, men leygardagin og sunnudagin ver?ur av álvara kappast. Leygardagin skulu teir rógva tveir ró?rar. Annar teinurin ver?ur 3.200 metrar, og hin ver?ur umlei? 5000 metrar. Sunnudagin ver?ur aftur ró? tvær fer?ir, og tá ver?ur annar teinurin f?ra túsund metrar, og sí?sti ró?urin ver?ur 1600 metrar:

? Vit eru sjálvsagt sera spentir. Eitt ta? fyrsta, sum ver?ur á skránni, tá vit vera komnir lei?ina fram, ver?ur at fáa bátin, sum vit skulu kappast í. Hann er av sama slagi sum Brendan er, men vit vita, at hann er eitt sindur longri. Í bæ?i Brendan og bátinum, sum vit fara at fáa, er pláss fyri seks ró?rarmonnum og einum st?rimanni, men báturin, sum vit skulu kappast í, er longri í bá?um endum, enn Brendan er, sigur Sofus Hansen.

Tá teir hava fingi? bátin, fara teir at gera árarnar til, og so fara teir at venja í dag og í morgin og kanska hósdagin eisini.

? Fríggjakvøldi? ver?ur eitt slag av frams?ningarró?ri, og tá fara teir tríggir av okkara, sum ikki skulu taka lut í sjálvari kappingini, at vera vi? til at manna bátin, sigur Sofus Hansen, sum ikki ivast í, at talan ver?ur um eina strævna fer?.

Og ta? er væl skiljandi, at hann roknar vi? tí. Í tí fyrra ró?rinum leygardagin ver?a allir 60 bátarnir vi?. Máli? vi? tí ró?rinum ver?ur at bólka bátarnar í fimm, solei?is at teir, i? eru umlei? eins sterkir, koma í bólk saman.

? Teinarnir, sum vit skulu rógva, eru fyri ta? mesta væl longri, enn ta?, vit eru vanir vi?, og kappingarnar eru væl tættari, enn ta?, sum vit eru vanir vi?. Tí er spurningurin um taktikk naka?, sum vit hugsa nógv um, og vit vita heldur einki um stø?i? hjá hinum bátunum. Vit vita ikki, um vit skulu geva alt í tí fyrsta ró?rinum, ella um vit skulu goyma eitt sindur av krúti fyri at standa okkum væl í seinnu kappingunum.

Tá vestmenningar í fjør luttóku í somu kappingini enda?u teir sum nummar 26 av 60 manningum, og so fáa vit at síggja, hvussu teir á Eysturoyingi fara at standa seg. Men ta? er í hvussu so er greitt, at tá teir um eina gó?a viku aftur eru í Føroyum, so fara teir flestu aftur umbor? á Eysturoying, og so fara teir at venja vi? tí fyri eyga at endurtaka bragdi?, sum teir útinntu í fjør, tá teir vunnu allar seks FM ró?rarnar. Um ta? fer at eydnast veldst umframt dygdirnar hjá hesum ró?rarmonnunum eisini um ta?, i? ró?rarmenn a?ra sta?ni kring landi? fara at leggja í venjingina. Um hetta fara vit ivaleyst at frætta meiri seinni.