Annika W. Joensen, forkvinna í Javnstøðunevndini
Uppgávan má vera at skapa eitt samfelag fyri øll. Eitt samfelag, sum speglar fólkið og tað fjølbroytni, sum er í fólkinum. Vit umboða hvør í sær okkara kyn og tey áhugamál og tey ábyrgdarøki, vit hava. Vit skulu supplera hvønnannan og skapa eitt fjølbroytt tjak um øll politisk evnir. Tí eru ?felags avgerðir og felags ábyrgd? eitt mál i sjálvum sær.
Ímyndi tykkum, at bert kvinnur vóru í føroyskum politikki. At kvinnur høvdu fingið litið upp í hendi at taka avgerðir fyri alt tað føroyska samfelagið. At tær skuldu tryggja vælferð og framburð fyri fólk, fæ og umhvørvi.
Hvussu hevði virksemið hjá landinum sæð út. Hvar høvdu inntøkurnar komið frá og hvussu høvdu vit brúkt pengarnar, sum komu í landsskassan.
Hetta eru forvitnisligir spurningar. Eg rokni við, at ábyrgdarøkini og áhuga-málini hjá kvinnum høvdu verið væl umboðaði í einari slíkari politiskari skipan. Alt annað hevði verið ólogiskt. Eg eri eisini vís í, at fíggjarlógin hevði verið øðrvísi ?skrúvað saman?, enn hon er í dag.
Trivnaður hevði ivaleyst verið í fokus. Børnini, tey gomlu, tey brekaðu og sálarligu veiku og tær støku mammurnar høvdu havt betri kor. Tað er ikki vist, at bygningarnir høvdu verið so stórir ella at útgerðin hevði verið so dýr, men menniskjað hevði verið í sentrum. Tað rokni eg við.
Eg rokni eisini við, at lønarlagið í typiskum kvinnuyrkjum hevði verið hægri enn tað er í dag. Ella kanska, at lønarlagið hjá monnum hevði verið lægri enn tað er í dag. Eg rokni ikki við, at tað høvdu verið serskipanir til menn og ikki kvinnur, heldur øvugt kanska. Ja, eg rokni við, at kvinnuligu politikkararnir tilvitaðar ella ótilvitaðar høvdu gjørt mismun eins og eg haldi, at mannligu politikkararnir gera tað í dag. Av teirri einføldu orsøk, at tað hevði borið til.
Hvussu hevði vinnulívið sæð út? Høvdu kvinnurnar hildið lív í vinnum, sum ikki bera seg? Var fiskivinnan høvuðsvinna ella høvdu vit aðrar ella fleiri vinnur at dúva uppá?
Og hvussu við undirstøðukervinum (infrastrukturinum). Høvdu tað verið eins nógvir og góðir vegir og tunlar, sum vit hava í dag, um kvinnurnar ráddu fyri borgum.
Hvussu hevði skattastigin sæð út? Høvdu vit tosa um skattalætta ella kanska heldur um arbeiðslætta. Hevði størri samanhangur verið millum arbeiðs- og familjulív? Høvdu pápar havt barnsburðarfarloyvi, tikið sjúkradagar og havt ábyrgd av húsarhaldinum á jøvnum føti við mammurnar, ella høvdu mennirnir kanska einsamallir ábyrgdina av hesum.
Hvussu hevði vælferð verið definerað. Høvdu kvinnurnar sagt, at ráðini eru ikki til eina barsilsskipan, til sambýlir til tey sálarveiku. Og høvdu fysisk brek verið kallað brek, ella hevði samfelagið tikið hædd fyri hesum, so at fólk við breki ikki kendu seg øðrvísi.
Hvussu høvdu mennirnir havt tað í kvinnuveldinum Føroyum? Høvdu teir kent seg virdar ella settar til síðis? Høvdu teir hildið fundur um ?menn í politikki? og hvat høvdu kvinnurnar sagt til tað? Høvdu vit kent okkum hóttar ella høvdu vit bjóðað monnunum uppí part.
Eg rokni við, at mennirnir høvdu sagt, at teir ynsktu at taka ábygd, tí tørvur var á, at teirra ábyrgdarøki og áhugamál vórðu hægri raðfest. Eg rokni eisini við, at nógv - bæði kvinnur og menn høvdu hildið, at tað var ikki gott við slíkari ójavnvág. Við øðrum orðum, politiska støðan hevði verið lík okkara í dag.
Men hvussu fæst javnvág?
Vigdís Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, segði í sínari røðu á javnstøðuráðstevnuni í mai í Havn, at vinskapur millum kvinnur og menn førir til javnstøðu.
Uppgávan má vera at skapa eitt samfelag fyri øll. Eitt samfelag, sum speglar fólkið og tað fjølbroytni, sum er í fólkinum. Vit umboða hvør í sær okkara kyn og tey áhugamál og tey ábyrgdarøki, vit hava. Vit skulu supplera hvønnannan og skapa eitt fjølbroytt tjak um øll politisk evnir.
Vit skulu hjálpast at. ?Felags avgerðir, felags ábyrgd? er málið.
Og atkvøður skulu til. Sum er velja bæði menn og kvinnur mest menn. Stóra avbjóðingin - serliga til kvinnuligu valevnini - er at sannføra veljaran um, at tær duga, kunnu og vilja taka ábyrgd. Við stuðul frá floksleiðslunum skuldi hetta ikki verið ein óyvirkomiligur trupulleiki.
So til spurningin "Skulu menn vera við í politikki?" er svarið "ja - menn skulu vera við í politikki", men ikki einsamallir. Teir skulu samstarva við kvinnur og supplera tær.