Í Eysturríki halda tey flestu, at ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin eiga at lata Grikkaland fara á húsagang, og annarhvør eysturríkari heldur, at Grikkaland eigur at fara úr evrusamstarvinum.
Í einari Gallup-kanning svara 62 prosent av teimum spurdu eysturríkarunum, at tað rætta er at lata Grikkaland fara á húsagang, og 49 prosent siga, at Grikkaland eigur at fara burtur úr samstarvinum um evruna.
Eysturríkski kanslarin, Werner Faymann, hevur eisini sína hugsan um Grikkaland og landsins støðu. Hann sigur, at eydnast tað ikki teimum griksku politikarunum at fremja neyðugar nýskipanir, so eiga hini londini at umhugsa at koyra Grikkaland úr evrusamstarvinum.
Í kanningini spurdi Gallup eisini eysturríkararnar, um teir vilja varðveita evruna ella hava tann gamla shillingin aftur, men bara 18 prosent vildu hava tað gamla gjaldoyrað aftur.










