Javnaðarflokkurin skal ikki vága sær at taka Smyril úr suðuroyarsiglingini og seta hann í skotlandssigling.
Tað gjørdi Pauli Einarsson, floksfeløgum sínum púra greitt á landsfundinum hjá flokkinum um vikuskiftið.
Hann vísti á, at summi Javnaðarflokk hava harmast um, at skotlandssiglingin hjá Norrønu nú verður niðurløgd.
Og hann viðgekk, at hetta gjørdi hann eitt sindur nervøsan, tí tað var eitt annað skip í Føroyum, sum kann brúkast til Skotlandssigling.
Í hesum sambandi sipaði hann til Smyril.
Men bara soleiðis frammanundan gjørdi hann flokkinum púra greitt, at tey skuldi ikki fáa nøkur sum helst hugskot, sum bóru á tann bógvin.
- Eitt veit eg, tit skulu ikki røra Smyril. Vissi tit so mikið sum nevna orðini “Smyril” og “Skotland” í sama setningi, skulu tit ikki vænta nakran stuðul frá okkum á næsta valið, gjørdi Pauli Einarsson púra greitt.
Ongar ætlanir
John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum, staðfestir, at ongar politiskar ætlanir hava verið um at taka Smyril til uttanlandssigling.
Dánjal Andreasen, stjóri á Strandferðsluni, hevur heldur ikki hoyrt um slíkar ætlanir.
Hann sigur, at sum Smyril er nú, er tað ivingarsamt, hvussu hóskiligur hann er til uttanlandssigling, tí hann hevur bara 96 koyggjur og sostatt kann hann ikki føra meiri enn 96 ferðafólk.
Eftir altjóða reglum, er onki, sum eitur dekkspláss longur, tí nú er tað eitt krav, at hvørt ferðafólk hevur sína koyggju.
Skal Smyril føra nakað av ferðafólki, sum munar í uttanlandssigling, verður sostatt fyrst neyðugt at gera fleiri koyggjur umborð.
Annars hevur fleiri ferðir áður verið umrøtt at lata Smyril sigla ein túr úr Suðuroy til Scrabster fríggjakvøld, so at hann kann vera aftur í Suðuroy sunnudag. Sostatt skal annað skip fáast til siglingina ímillum Suðuroy og Havnina leygardag og fyrrapartin sunnudag.










