Skulu ikki øll vera líka fyri (stýrisskipanar)lógini?

Tað er nú við stórum áhuga, at vit sum umboð fyri rættuliga nógvar borgarar í landinum hava fylgt kjakinum um stýrisskipanarlógina. Nú tykjast politikarar at vera samdir um, hvussu prinsipielt málið viðv. Signar á Brúnni er.

Tað er nú við stórum áhuga, at vit sum umboð fyri rættuliga nógvar borgarar í landinum hava fylgt kjakinum um stýrisskipanarlógina. Nú tykjast politikarar at vera samdir um, hvussu prinsipielt málið viðv. Signar á Brúnni er.

Semja tykist vera um, at allur ivi skal vera honum til skaða. Men fyri at eingin ivi skal verða um, at tað ikki verður gjørt honum órætt skal málið kannast til botns, sum tað skilst helst av einum kanningarstjóra samb. stýrisskipanarlógina. Hetta er eisini í fínasta lagi og sæð sum eitt stakmál er hetta eisini eitt dømi um at stýrisskipanin virkar.

Men spurningurin er bert, um øll skulu vera líka fyri (stýrisskipanar)lógini. Fiskimannafelagið hevur í meira enn eitt ár arbeitt við einum møguligum broti á stýrisskipanina, sum ikki hevur verið tikið upp á tungu. Felagið hevur verið noytt til at gera sínar egnu kanningar, og aftan á meira enn eitt ár er loksins eydnast at fáa innlit í hetta mál, sum hevur stóran týdning fyri rættartrygdina hjá fiskimonnum.

Viðvíkjandi sjálvum málinum verður fyrst víst til hjálagda bræv frá Fiskivinnudeildini, dagf. 6.10.97 sum vísir, at umsitingin loyalt hevur arbeitt út frá løgtingslógini um yrkisráð fyri lønjavningargrunnin. Hon sendir bræv til formannin um at hann er valdur. Og boðað verður frá tí, sum er vanlig mannagongd við setan av nýggjum nevndum, og at landsstýrið kallar nevndina inn, so landsstýrismaðurin fær kunnað nýggju nevndina um hennara uppgávur. Nýggi formaðurin fær at vita, at hann skal bíða eftir nærri boðum.

Men hesi boðini komu ongantíð. Og hetta merkir, at tað er John Petersen, ið sum landsstýrismaður persónliga steðgaði málinum. Tað finst bert ein gyldig orsøk til eina slíka framferð, og hon vildi verið um lógin var í stríð við stýrisskipanina.

Men í brævi frá fiskimálastýrinum til okkara, dagfest 24. mars 2000, verður boðað frá, at tað sum stýrið hevur ført fram í hesum máli »kann ikki leggjast út, sum at sagt er, at lógin er »í stríð við stýrisskipanarlógina««.

Hóast heilt greiða støðu er hetta júst tann grundgeving, sum løgmaður nýtti í munnliga orðaskiftinum á tingi fyri at fáa tingið at samtykkja at avtaka hesa lógina, sum annars var einmælt samtykt í undanfarnu tingsetu.

Vit meta, at tað er minst líka stór grund til at kanna hvørt hetta mál er avgreitt samb. stýrisskipanina sum í málinum viðvíkjandi Signar á Brúnni.

Verður hetta ikki gjørt mugu vit hava rætt til at fáa eina grundgeving fyri at munur verður gjørdur á hesum máli.


Føroya Fiskimannafelag

Óli Jacobsen