Skulu hovíkingar rinda yvir hundrað milliónir í fjarhita-íløgum?

Skulu hoyvíkingar rinda yvir hundrað mílliónir í fjarhitaíløgum?

Ja, soleiðis er verandi skipan hjá Fjarhitafelagnum skrúvað saman.

Síðani fyrst í hálvfemsunum hava hoyvíkingar verið tengdir at Fjarhitafelagnum og goldið eitt nýtslugjald, svarandi til nýtslugjaldið fyri vanliga olju.

Yvirskotið – orsakað av at fjarhiti  hevur verið bíligari at framleitt enn oljuloysnin – er farin til nýíløgur hjá Fjarhitafelagnum øll hesi árini.

Tíðin er komin at steðga á.

Hoyvíkingar  hava goldið ein yvirprís í fleiri áratíggjur og vilja nú hava ágóðan av grønum orkuskfti.

Nýggjastu ætlanirnar hjá Fjarhitafelagnum fara sum útbyggingar oman gjøgnum býin, til størri ætlanir og eisini út á  Glasir, til Skúlan á Fløtum og Landssjúkrahúsið.

Tað er ikki í lagi, at verandi brúkarar gjalda fyri hetta.

Eg vil skjóta upp, at hoyvíkingar gjalda eitt nýslugjald, svarandi til framleiðslukostnað umframt eina smávegis upphædd til smáíløgur, viðlíkahald v.m.

Sjálvsagt er tað gott at útbyggja fjarhitan og nýtta spillorkuna skynsamt, men  nýíløgurnar mugu fylgja brúkarunum.