Í fjør varð arbeiðið boðið út. Havnameistarin mælti til at taka av einum tilboði frá Articon og at játta 960 túsund krónur. Býráðið hevði frammanundan sett av 800 túsund til endamálið.
Havna- og fíggjarnevndin hava tikið undir við hesum og málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.