Skulu hava hospice á Landssjúkrahúsinum

Arbeiðsbólkur hjá Almanna- og Heilsustýrinum mælir til, at ein gjørdur verður ein sokallaður hospice stovnur á Landssjúkrahúsinum, ið kann veita seinastu røktina til tey, ið liggja á deyðastrá orsakað av álvarsamari sjúku


 

Tørvur er á eini deild á Landssjúkrahúsinum við sjey seingjarplássum til tey, ið liggja upp á tað seinasta og góðum rúmligum umstøðum fyri tey avvarandi..

 

Hetta er tilmælið frá arbeiðsbólkinum, sum Almanna- og Heilsumálastýrið í fjør setti at kanna tørvin á røkt til fólk, ið liggja á deyðastrá.

 

Eitt hospice er ein sjálvstøðugur stovnur, sum í øllum viðurskiftum liggur uttan fyri sjúkarahúsverkið. Høvuðsendamálið hjá einum hospice er at veita røkt og linnandi viðgerð til á høgum støði til doyggjandi sjúklingar, sum hava ásannað, at tað ikki er møguligt at fáa lekjandi viðgerð. Hetta eru sum oftast krabbameinssjúklingar.

 

 

 

Seinasta innleggingin

 

Meiningin við einum hospice er sostatt at vera um deyðssjúka sjúklingin seinastu dagarnar á fold og í so stóran mun, sum gjørlit, linna um pínu og økja um trivna hansara.

 

Av tí, at vit ikki í dag ikki hava nakað hospice í Føroyum, eru tað í flestu førum sjúkrahúsini, ið taka sær av hesi røkt, og í øðrum lagi familja og heimasjúkasystrar.

 

Arbeiðsbólkurin hevur valt at kalla tað fyri »seinasta innleggingin«, tá krabbameinssjúklingar doyggja á sjúkrahúsi. Og arbeiðsbólkurin hevur kannað, hvar krabbameinssjúklingar doyggja, og hvussu nógvir doyggja heima og hvussu nógvir á sjúkrahúsið. Taltilfarið fevnir um tíðarskeiðið frá 1. januar 1996 til 31. desember 1999.

 

Hesi árini doyðu 384 sjúklingar av krabbameini. Hetta svarar til, at tað í miðal doyðu 96 sjúklingar av krabbameini um árið.

 

Av teimum 384 sjúklingunum, doyðu 244 á sjúkrahúsi, harav 163 á Landssjúkrahúsinum, 31 á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 30 á Suðuroyar sjúkrahúsi. Heima doyðu 121 og á øðrum stovnum doyðu 39, harav 5 á Ellis- og Avlamisheiminum í Vágum, 6 á Ellis- og Umlættingarheiminum í Havn, 5 á Lágargarði í Havn, 5 á Áðargarði á Sandi, 5 á Norðoyar Røktarheimi, 10 á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi og 1 á Vistarheiminum í Havn.

 

Út frá hesum taltilfari og hagtølum um, at »seinasta innleggingin« á Landssjúkahúsinum í miðal varðir 20 og ein hálvan dag, er arbeiðsbólkurin komin fram til, at um alt pínulinnandi virksemi verður savnað á einum stað, er neyðugt við einum hospice við plássi fyri sjey fólkum.

 

 

 

Best á Landssjúkrahúsinum

 

Arbeiðsbólkurin vísir á, at av tí, at fólkatalið í Føroyum er so lítið og fólkið so spjatt, er tað natúrligt, at hugsað verður um miðstaðarøkið, tá vísast skal á, hvar eitt hospice ella ein pínulinnandi eind skal liggja.

 

Bólkurin ger greitt, at um fá ár, fer meginparturin av Føroya fólki at hava lætta atgongd til miðstaðarøkið og sotatt eisini Landssjúkrahúsið, har neyðugi fakkunnleikin at manna eitt pallativt lið longu er, eins og møguleikin fyri karmunum eisini er til staðar til eina pallativa eind.

 

»Palliativa teamið skal, umframt at vera tengt at palliativu eindini, hava sum arbeiðssetning at veita landsumfatandi ráðgeving til kommunulæknarnar, Heimarøktina/heimahospice og tey lokalu sjúkrahúsini. Natúrligt er eisini, at palliativa teamið hevur ábyrgdina av høgum fakligum støði við at veita undirvísing, supervisión og góðskustýring til primera økið og lokalu sjúkrahúsini. Gjøgnum hetta kontinuerliga samskiftið verður tað fakliga støðið optimerað, eins og tænastan innan heilsuverkið í síni heild verður lyft upp á eitt hægri støði til frama fyri allar føroyingar.«

 

»Á palliativu eindini skal eisini vera rúm fyri sjúklingum við serligum trupulleikum, t.d. sjúklingum frá primera økinum og lokalu sjúkrahúsunum til regulering av pínuviðgerð og øðrum sjúkueyðkennum fyri síðani at verða útskrivaðir aftur; men talan er framvegis um sjúklingar uttan kurativa hjálp«, skrivar arbeiðsbólkurin í álitinum.

 

Arbeiðsbólkurin mælir somuleiðis til, at eitt heimahospice um somu tíð verður sett á stovn kring landið, sum partur av Heimarøktini.