Skulu hava frið til innkast

Frá 1. juli koma nakrar ajourføringar av fótbóltsreglunum í gildi.
Tað er nevndin hjá FIFA, sum hevur stungið hesar út í kortið, og tó at talan er um fleiri smávegis broytingar, so er bara ein teirra, sum veruliga tykist at fáa ávirkan.
Framyvir verður tað nevnliga so, at tað er ikki loyvt at stilla spælara beint framman fyri mótstøðumann, tá hesin skal taka innkast. Tað hevur seinnu árini verið ein tendensur til, at hetta er nakað, sum verjani liðið nýtir alt meira, men við nýggju reglunum verður hetta steðgað. Nú skal spælari hjá verjani liðnum í øllum førum halda ein frástøðu upp á tveir metrar við innkast.
Í aðrar mátar er talan um smávegis justeringar í reglunum. Eitt nú verður off-side reglan ajourførd nakað, soleiðis at tað nú skal metast, hvørt høvd ella bein eru innanfyri verjuna, tá bólturin verður spældur, men hetta fær helst ikki nakran stórvegis praktiskan týdning. Somuleiðis verður lagt upp til, at vandamiklar tacklingar nú skulu revsast harðari, óansæð um hesar koma aftan ífrá ella ikki. Men eisini her er spurningurin helst, hvørt broytingarnar veruliga fáa nakran praktiskan týdning.