Skulu gjalda fyri at sleppa at parkera í Havn

Vit mugu sleppa at krevja gjald frá bilum fyri at parkera, tí so fáa vit ráð til at gera -parkeringspláss, siga býráðslimir í Havn

Tórshavnar Býráð vil nú fáa heimild til at krevja gjald frá bilum, sum parkera ymsastaðni í Havn.



Men býráðið kann ikki seta eina slíka skipan í verk av sínum eintingum, tí áðrenn kommunan kann krevja gjald fyri at lata bilar sleppa at parkera, má Løgtingið samtykkja tað

 
Sostatt hevur býráðið nú samtykt at beita Kommunufelagið á Landsstýrið um at fáa heimild til at krevja gjald frá bilum, sum parkera ymsastaðni í Havn.
 

Og tað tað er alt, sum bendir á, at Kommunufelagið fer at taka áheitanina frá Tórshavnar Býráð til eftirtektar, tí borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, er eisini formaður í Kommunufelagnum, so tað skuldi verið lagamanni.

 
Tað er ikki allastaðni í Havn, at ætlanin er at krevja pengar fyri at lata bilar parkera, tí tað verður fyrst og fremst hugsað um parkeringsplássini í miðbýnum. Men akkurát hvar gjaldsparkering skal setast í verk, er ikki ásett enn.
 

Býráðið ásannar, at avbjóðingarnar við parkeringsplássum í miðbýnum, eru stórar. Tørvurin á parkeringsplássum veksur alsamt, men tað er dýrt at gera fleiri parkeringspláss.
 

Tí staðfestir býráðið, at tey hava bráðneyðugan tørv á at sleppa at krevja pengar frá bilum fyri at parkera, fyri at fáa inntøkur til at gera fleiri parkeringspláss fyri.
 

Tey halda eisini, at skulu bilarnir rinda fyri at gjalda í miðbýnum, fara bilarnir at standa styttri parkeraðir og so verður lættari at fáa parkeringspláss.
 

Tey halda somuleiðis, at tað kann venja fólk til at brúka almennu ferðsluna meiri, ella at ganga, ella súkkla, og tað er gott fyri umhvørvið.

 
Í Tórshavnar Býráði halda tey sostatt, at tað skal verða ein sjálvsagdur rættur hjá kommununi, at seta gjaldsparkering í verk fyri at kunna stýra ferðsluni, og fyri at fáa størri nyttu burtur úr teimum parkeringsplássum, sum eru.