Skulu gera 4.000 skoyti á telfonkaðal

Menn frá Net hava havt úr at gera í allan dag, og tað fara teir eisini at hava í alla nátt

Menn frá Net hava havt úr at gera í allan dag, og tað fara teir eisini at hava í alla nátt.

 

Í sambandi við at Tórshavnar Býráð ger kloakumvælingar í Dr. Jakobsensgøtu, er ein telefonkaðal grivin av. Og tað er ikki bara ein vanligur telefonkaðal, men ein gamal høvuðskaðal, sum gongur oman á Tinghúsvegin, sum fyrr var knútapunkt hjá táverandi Telefonverkinum.

 

– Fyrst var hildið, at brekið ikki var so umfatandi. Tað vóru ikki so nógv, sum boðaðu frá ólagi á telefon- og internetsambandinum. Men tað vísti seg skjótt, at brekið var rættiliga umfatandi, sigur Páll Højgaard Vesturbú, stjóri í Net.

 

Hann sigur, at gravimaskinan hevur skrætt kápulin, sum eisini er kroystur. Tí mugu teir skifta eitt petti av káplinum.

 

Í káplinum eru 1.000 telefonlinjur. Tað merkir, at har eru 2.000 leidningar, sum skulu skoytast í tveimum endum. Tað vil siga, at har skulu gerast 4.000 skoyti, sigur Páll Højgaard Vesturbú.

 

Kaðalbrotið órógvar felagar í Bøgøtu, Dr. Jakobsensgøtu, Magnus Heinasonargøtu og Tvørgøtu.

 

Páll Højgaard Vesturbú vætnar, at menninir eru lidnir við øll tey 4.000 skoytini klokkan fimm í morginári, og so skuldi sambandið verið í lagi aftur.