Skulu fylla stadion

Saman við FSF hevur Miðlahúsið sett sær sum mál at fylla Tórsvøll, nú Eysturríki kemur á vitjan

Fótbóltur

 

805 áskoðarar móti Rumenia var ikki nøktandi. Ikki minst hjá spælarunum var talan um vónbrot, at stuðulin var somikið fámæltur til seinasta heimadystin.

Nú kemur Eysturríki á vitjan, og eingin ivi er um, at hetta er nakað, sum eigur at kunna økja um føroyska 12. mannin. Ein 12. maður, sum á einum góðum degi kann lyfta liðið móti næstu veruligu sensatiónini, sum vit nú hava bíða eftir eftir so leingi.

- Tað snýr seg um at økja um áhugan. Snøgt sagt at hypa dystin upp og fáa fólk at trúgva, at vit kunnu skapa sensatiónina einaferð afturat, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.

- Men skulu vit tað, so er eisini neyðugt, at vit stuðla teimum 11, sum eru á vøllinum. Eg var sjálvur við í Landskrona, tá vit vunnu móti Eysturríki, og tað var ein heilt fantastisk uppliving, og okkara mál er at endurskapa hesa, segði Jonhard Hammer millum annað, tá hann var gestur á Rás2 í morgunsendingini.