Skulu fylgja offrunum

Tey bæði næstu árini fara granskarar at fylgja við umleið 2.000 av teimum, sum noyddust at flýggja úr amerikonsku suðurstatunum undan ódnini "Katrinu". Endamálið er at kanna, hvussu lætt ella trupult fólk hava við at seta búgv aðrastaðni og at byrja av nýggjum.

Ronald Kessler, sum stendur fyri kanningini, sigur við AP, at tey fara at tosa við fólk triðja hvønn mánað fyri at halda eyga við teirra sálarligu, likamligu og fíggjarligu viðurskiftum, samstundis sum ætlanin er at fylgja við, um fólk hava funnið sær nakað at búgva í, og um tey hava funnið skúlar til børnini.

Minst ein millión fólk máttu fara frá húsi og heimi, tá "Katrina" herjaði amerikonsku suðurstrondina. Granskararnir, sum arbeiða á lærda Harward-háskúlanum, ætlat at brúka 1.000 fólk úr New Orleans og onnur 1.000 úr statunum Louisiana, Alabama og Mississippi í kanningunum. Granskararnir vísa á, at í teimum trimum statunum máttu fólk flýggja, tí ódnin oyðilegði hús teirra, meðan tað var vatnflóð, sum rak fólk í New Orleans frá húsi og heimi.

-Ein ódn er "Guðs verk", meðan vatnflóðin í New Orleans var úrslit av vánaligari politiskari stýring, sigur Ronald Kessler.