Skulu frælsar ítróttir hava mønustingin - ella?

Robert Vilhelmsen
Valevni Javnarðarfloksins - listi C
????????
Fyri skjótt 60 árum síðani tóku nakrar eldsálir seg saman og stovnaðu ítróttafelagið "Bragdið" - felag fyri frælsa ítrótt í Havn. Hesar eldsálir høvdu eina bjarta vón um, at frælsa ítróttin hevði eina framtíð í kommununi. Teirra fyrsta og størsta avbjóðing var at útvega eitt hóskandi øki til frælsu ítróttina - nú umleið 60 ár seinni er støðan júst tann sama.
Tað vóru fimleikarar, sum tóku stig til at fara undir frælsar ítróttir í Havn. Skjótt vóru teir í gongd við nógvum fjølbroyttum ítróttargreinum innan frælsa ítrótt og savnaðu fleiri hundrað áskoðarar í Gundadali, har felagið eisini bygdi síni egnu felagshús og stríddist fyri sínum tørvi á økinum. Vegna vant-andi umstøður til venjingar minkaði virksemið so líðandi og lá heilt stilt í styttri og longri tíðarskeið.
Frælsa ítróttin blómar aftur, fýra feløg eru kring landið og skipað verður fyri kappingum allar árstíðir. Luttikið verður í kappingum uttanlands bæði við ungdómi og vaksnum. Størstu tiltøkini eru Flaggdagsrenningin, Tórshavn Marathon, Ólavsøkurenningin og nú til seinast eisini Fólkaheilsurenningin. Luttøkutalið hevur sett met hvørja ferð við upp til umleið 700 luttakarum og minst líka nógvum áskoðarum.
Bragdið hevur sett ein ungdómsvenjara og stórur áhugi er fyri hesum, men á einum øki er ongin broyting í mun til 1947 - álitið er framvegis fótbóltsvøllurin í Gundadali.
Skulu Føroyar gera seg galdandi í altjóða høpi, og tað kunnu vit, er neyðugt við munandi betri umstøðum og eitt stadion til frælsar ítróttir er loysnin. Hetta vil verða til stóran gagn og mennandi fyri flestu ítróttarfeløg, skúlar, ungdómsarbeiði og motionistar.
Vend má koma í, meðan vit enn hava eldsálir sum stríðast og enn síggja ein møguleika fyri framman. Við tínum stuðli og atkvøðu fer hetta at verða eitt av mínum fremstu málum at fremja í Tórshavnar kommunu.