Hóast mótmæli úr fleiri londum lovar ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, at halda fram við at byggja bústaðir í Jerusalem.
-Tað verða ongar avmarkingar í sambandi við byggingina. Hetta er okkara høvuðsstaður. Tey byggja í øðrum høvuðsstøðum so sum Lonson, París, Washington og Moskva, og Ísrael byggir í Jerusalem, segði Netanyahu um vikuskiftið.
Seinasta hósdag kunngjørdi innanríkisráðið, at tað hevði givið endaligt byggiloyvi til at byggja 797 bústaðir í Gilo, sum er í tí umráðnum, sum Ísrael hersetti í 1967 og seinni innlimaði.
Uttanríkispolitiski leiðarin hjá ES, Catherine Ashton, hevur verið serliga hvassorðað í sambandi við ísraelsku byggingina.
-Búsetingin er ólóglig sambært fólkarættinum og hóttir við at forkoma ætlanini um tveir sjálvstøðugar statir, sigur hon.