Skulu byggja 600 bústaðir í Havn upp á fýra ár

Talan verður bæði um sethús, raðhús, íbúðir og lestraríbúðir

Hesi næstu fýra árini skulu 600 bústaðir afturat byggjast í Havnini. Tað er endamálið við einum nýggjum bústaðarpakka, sum Tórshavnar Býráð hevur samtykt at seta í verk.

 

Endamálið er at gera eina veruliga roynd at koma bústaðarneyðini til lívs og á seinasta býráðsfundi í Havn segði Marin Katrina Frýdal, sum er býráðslmur fyri Tjóðveldi, og forkvinna í Byggi- og Býarskipanarnevndini, at tað er neyðugt, tí tað er ein hópur av fólki, sum stendur og »trippar eftir at fáa ein bústað«, sum hon tók til.

 

Hon vísir á, at aðrastaðni vísa kanningar, at 40 prosent at fólkinum býr í sethúsum, 40 prosent býr í raðhúsum og 20 prosent býr í íbúð. Í Havnini er støðan hinvegin tann, at 72 prosent av fólki býr í sethúsum, 17 prosent býr í rahúsum og bara 11 prosent býr í íbúð.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at bústaðarneyðin verður størsta avbjóðingin hjá býráðnum hesi næstu árini. Men hon legði afturat, at í roynd og veru er tað ein positiv avbjóðing, at Havnin veksur so nógv, at tað stendur áat útvega bústaðir til øll.

 

Men endamálið við bústaðarpakkanum er at royna at loysa trupulleikan, tí tað er ein fløskuhálsur, sum forðar fyri búskaparligu menningini í høvuðsstaðnum.

 

Hon vísir á, at ein kanning vísir, at eini 25 prosent av teimum, sum leita eftir bústaði, vilja hava eina íbúð. Tað er í høvuðsheitum talan um yngri fólk og eldri fólk. Eitt, sum hevur manglað í stórum í Havnini, eru nettupp íbúðir, bæði eigaraíbúðir og leiguíbúðir og tað er eisini ein partur av bústaðarpakkanum, sigur hon.

 

– Fólk sum flyta heim, hava kanska ikki umstøður at byggja, ella keypa hús beinanvegin, men vilja hava eina íbúð, sum tey kunnu búgva í, til tey hava fótað sær um nøkur ár.

 

Borgarstjórin sigur, at tað eru eisini nógv, sum vilja hava síni egnu hús. Og í bústaðarpakkanum  er tað heilt ítøkiliga ásett, at tað skulu byggjast 600 bústaðir til 2022. Talan skal vera um at útvega 200 grundstykki til setjús, 100 grundstykki til tví- og raðhús, 240 íbúðir og 60 lestraríbúðir.

 

Tað eru rættiliga ítøkilig mál, so hava vit eitt miðvíst mál at arbeiða fram ímóti, sigur hon. Tað liggur ikki í kortunum, at kommunan skal byggja, men kommunan skal slóða fyri at tað kann gerast, og so fer tað at standa til onnur at byggja og at fíggja.

 

Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn, og forkvinna í Eldranevndini hjá býráðnum, sigur, at eitt, serligur dentur skal leggjast á, er at byggja smærri bústaðir til eldri, tí so kunnu yngru ættarliðini yvirtaka tey størru húsini. Og Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi, sigur, at dentur má eisini leggjast á at prísin á bústøðum niður so at øll fáa ráð at seta búgv.

 

Eg eri ikki stoltur av, at tað skal kosta tríggjar, fýra milliónir at seta búgv í Havn, tí tað merkir, at tað ber illa til hjá vanligu fólki at seta búgv, og hjá støkum er tað so heilt ómøguligt. Ein loysn á trupulleikanum er at fáa fleiri íbúðir, so tað er gott, at tað er eitt endamál við bústaðarpakkanum, sigur Jákup Dam.