Grundgevingin fyri uppskotinum var at útvega landskassanum meira pening, tí stórt hall var í landskassanum. Kelda Løgtingsmál nr. 31/2009. Skattauppskotið varð sagt at vera ein liður í sonevnda Ólavsøkupakkanum. Í viðmerkingunum til nevnda skattauppskot/inntøkuuppskot segði Jóannes Eidesgaard »landsstýrið heldur, at tær breiðastu herðarnar eiga at verða við til at taka eitt tak, nú fíggjarlógin vísir eitt stórt hall.« Greitt varð frá, at hetta uppskot varð mett at útvega landskassanum eina meirinntøku uppá 11 mió. kr. árliga.
Nú gott 1/2 ár seinni, hin 7. juli 2010, sendi Fíggjarmálaráðið út uppskot til ummælis viðv. broytingum í landsskattatalvuni. Uppskotið leggur upp til, at allir skattgjaldarar skulu gjalda 1% meira í landsskatti frá 1. januar 2011 og heitt verður samstundis á kommunurnar, at tær skulu lækka kommunuskattin við einum prosenti. Av hesum skattauppskoti sæst harumframt, at høgtlønt, ið hava inntøkur omanfyri 400.000 kr. í 2012 skulu gjalda 2% minni í landsskatti enn tey gera í 2011. Hetta merkir at landsskassin longu um knapt hálvtannað ár – frá 1. januar 2012 - fer at missa eina hart tiltrongda landskassainntøku upp á 11 mió. kr.
Slík ætlan um at skerja inntøkurnar til landskassan - hetta einans tí at liberalistiski vongurin í ABC-samgonguni ynskir, at høgtlønt skulu gjalda minni í skatt, enn tey gera í løtuni - er púra burturvið og stríðir móti øllum meginreglum um samhaldsfesti. Serstakliga í tíðum sum hesum er neyðugt, at høgtlønt gjalda bróðurpartin av skattabyrðuni, nú tá landskassin hevur sera stóran tørv á peningi at halda vælferðarsamfelagnum uppi.
Hóast allar búskaparligar forsøgnir vísa, at landskassin fer at hava stórt hall nógv ár fram í tíðina og ikki bert í 2010 og 2011 eru ongi tekin í hesum skattahækkingaruppskoti, ið bendir á, at Landsstýrið framvegis heldur, at »tær breiðastu herðarnar eiga at verða við til at taka eitt tak, nú fíggjarlógin komandi árini (eisini aftaná 2011) fer at vísa eitt stórt hall. Vónandi eri eg á villini leið. Og vónandi fer Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaðurin Javnaðarfloksins/ella flokkar á tingi - í hesari heysttingsetu - at koma við uppskoti, ið framtíðartryggjar, at tey vælløntu, ið hava inntøku omanfyri 400.000 kr. árliga eisini aftan á 1. januar 2012 í øllum førum ikki skulu gjalda minni í landsskatti enn tey skulu gera í 2011. Harumframt átti landsskattastigin at verið hækkaður við einum trini, ið tryggjaði at fólk við háinntøkum oman fyri 650.000 kr. árliga skulu goldið meira í landsskatti enn tey gera nú. Hetta sjálvsagt fyri at minka undirskotið hjá landskassanum og tryggja, at høgtlønt, ið hava breiðastu fíggjarligu herðarnar, eisini í framtíðini skulu verða við til at tryggja, at føroyska samfelagið kann bjóða borgarum sínum alneyðugar vælferðartænastur og vælferðartilboð.
Tey høgtløntu – tá serstakliga landsstýrisfólk og løgtingslimir (breiðastu herðarnar, ið hava lóggávuvald), eiga í serligan mun at verða við til at fíggja og tryggja føroyska vælferðarsamfelagið. Annars er alstórur vandi fyri at vit fáa eitt ótýdligt og ósolidariskt samfelag, har meginreglan verður »Sektin á hvat annar fær, eg skal sæta at mær« - eitt samfelag, ið fer at líkjast amerikaniseraðum liberalistiskum samfeløgum, har vælferð ikki er nakað, sum øll hava rætt til, men nakað, sum ríkfólk og fólk við høgum inntøkum kunnu keypa sær, meðan fátøk og láglønt mugu klára seg sum best við »discount/lágtilboðs« vælferð og fátækra-almannaveitingum.