Hóast hann ásannar, at talan er um stórar upphæddir, so er stjórin í Norðoyar Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg, ikki í iva um, at sparikassin hevur handlað rætt, nú teir í tveimum atløgum eru við til at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir KÍ. Fyrst við at bjarga felagnum undan ovur honds stóru skuldini, og síðani við at skriva undir ein stóran sponsor-sáttmála. Ein sáttmáli, sum stjórin sjálvur segði vera væl størri enn nakar annar slíkur í føroyskum fótbólti.
KÍ er samleikin
Útsagnirnar benda á, at talan er um ein sáttmála fyri nógvar hundrað túsund krónur um árið. Hevur KÍ og stuðulin til hetta eitt somikið stórt marknaðarføringsvirði fyri Norðoyggjar, sum jú er tykkara kjarnaøkið?
-Eg vil siga tað so, at KÍ er sjálvur samleikin í Norðoyggjum. Og tí er tað nærum altavgerandi fyri okkum sum fyritøku, at KÍ hevur tað gott. Hinvegin merkir avtalan ikki, at vit bara tveita eina rúgvu av pengum í føvningin á felagnum. Tað fylgja nøkur krøv við, um eg so má siga. Krøvini kunnu kanska ikki bara tengjast at úrslitinum, men eisini á tann hugburð og tey ideal, sum felagið og spælarar hava við sær í dysti.
Tað bendir eisini tann vegin, at tit í størri mun síggja hetta sum ein møguleika at »branda« tykkum, heldur enn bara sum ein lýsingarmøguleika?
- Tað er rætt. Tú hevur eisini sæð aðra staðni, at sterkar fyritøkur royna at tengja seg at sterkum feløgum, og tað er avgjørt eisini tað, sum vit hava í hyggju við hesum. Men tað krevur so sjálvandi, at felagið liggur í toppinum. Fólk vilja identifisera seg við vinnarar, og tað er tað, sum vit vilja uppnáa við hesum.
Styrkja heimavøllin
Seinastu tíðina hevur Norðoya Sparikassi givið til kennar, at tey eisini ætla sær at víðka um landafrøðiliga virkisøkið. Sampakkar tað við hesa ætlan, at sparikassin nú nýtir somikið nógvar marknaðarføringskrónur í Klaksvík, heldur enn at koma til nýggju økini við hesum?
- Heilt avgjørt. Og tað er eisini partur av samlaðu strategiini, sigur stjórin.
- Tað er jú vanliga so, at áðrenn tú hugsar um at standa teg væl á útivølli, so mást tú hava ein sterkan heimavøll. Og tað er sum so tað, sum vit royna at gera við hesum. Tú kanst kanska siga, at vit við hesum vilja styrkja um akkerið, sum vit hava í Norðoyggjum, áðrenn vit fara undir avbjóðingar aðrastaðni.
Vilja ikki eiga høllina
Við nýggju konstruktiónini, sum er grundarlag undir framtíðini hjá KÍ, gerst Norðoya Sparikassi eisini annar av eigarunum av einum felag, sum hevur til endamáls at reka KÍ-høllina. Hetta er sum so eitt spildurnýtt virkisøki hjá Sparikassanum, men Eyðfinn Reyðberg er tó skjótu at staðfesta, at hetta neyvan er nøkur varandi loysn.
- Tað er í øllum førum ikki víst, at talan verður um sama eigaraskaran í allar ævir.
Vil tað siga, at tit í eini ikki alt ov fjarðari framtíð vilja sleppa at selja tykkara ognarpart?
- Tað skal eg ikki siga her og nú. Men tann konstruktiónin er ein kreditor-loysn, og vit tóku undir við henni, tí hon var ein neyðugur liður í arbeiðinum at tryggja KÍ fíggjarliga, segði sparikassastjórin at enda.










