Tunnilsgerð
Nú skal ein tunnil afturat borast í Borðoynni.
Tað ætlar fíggjarnevndin hjá Løgtinginum.
Ein samd fíggjarnevnd mælir tí til, at farið verður beinanvegin undir at gera forkanningar til ein tunnil Norð um Fjall á Borðoynni, sum tað eitur.
Nú fíggjarnevndin hevur skrivað álit um fíggjarlógina fyri í ár, skjýtur ein samd fíggjarnevnd upp at seta 500.000 krónur av til at gera forkanningar til ein tunnil Norð um Fjall á Borðoynni.
Eftir ætlan skal hesin tunnilin ganga beinleiðis úr Klaksvík, heilt til Norðdepil.
Ikki tíðarhóskandi
Karsten Hansen, sum er limur í fíggjarnevndini, sigur, at tunlarnir, sum ganga úr Ánunum til Árnafjarðar og víðari úr Árnafirði til Norðtoftir eru ikki tíðarhóskandi longur.
? Teir eru einsporaðir og hartil ov lágir til bilarnar nú á døgum. Tað ger, at tað mangan er ruðulleiki í hesum báðum tunlunum og at tað mangan tekur rættiliga langa tíð at komna igjønum teir.
? Serliga góðar summardagar, tá ið nógvir bilar koyra, er tað ruðuleiki í tunlunum.
Harafturat eru tað nógvir bussar og stórir lastbilar, sum als ikki kunnu koyra ígjøgnum teir, tí teir eru so lágir, at tað krevst serbygdir bilar, sum eru lækkaðir, fyri at ganga ígjøgnum tunnilin.
? Sum er, koma stórir bussar als ikki til Norðoyar, tí teir steðga í Leirvík og lata síðani ferðafólki fara til Norðoyggjar.
Karsten Hansen sigur, at hetta er til stóran ampa fyri vinnulív, ferðavinnu og fyri fólk annars.
Hann vísur eisini á ætlanin at gera tunnil undir Leirvíksfirði.
? Skulu vit meta eftir Vágatunlinum, fer tunnilin undir Leirvíksfirði at føra rættiliga nógva ferðslu við sær.
? Tá ið Vágatunnilin varð gjørdur, førdi tað til eitt rættiligt ferðslulop vestur í Vágar og tað er tað sama væntandi, tá ið Norðoyatunnilin verður tikin í nýtslu um tvey ár, sigur hann.
Harafturat eru Norðoyggjar, og serstakliga Viðareiði, sera væl dámd ferðamál, so tá ið undirsjóvartunnilin er komin, er væntandi, at rættiliga nógv ferðsla verður í Norðoyggjar.
Ruðuleikin fullkomin
? Tá ið Norðoyatunnilin er liðugur, fer tað yvirhøvur ikki at bera til at hava tunlarnar, sum nú eru,sigur Karsten Hansen.
? Er ruðuleikin stórur viðhvørt longu nú, so verður hann fullkomin, tá ið Norðoyatunnilin er komin, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur, at tí er Fíggjarnevndin samd um, at tað er rætt at gera nýggjan tunnin, sum lýkur dagsins krøv, ímillum Klaksvík og Norðdepil.
Tunnlarnir til Árnafjarðar og til Norðtoftir verða so, sum teir eru.
Karsten Hansen sigur, at sostatt mælir ein samd fíggjarnevnd til, at gera forkanningarnar nú til ein tunnil beinleiðis úr Klaksvík til Nordepil, so at farast kann undir arbeiðið beinanvegin.
? Hesin tunnilin stóð eisini á langtíðar- útbyggingarætlanini hjá undanfarnu samgongu. Men nú vil fíggjarnevndin hava hetta arbeiðið framskundað, so at farast kann undir tunnilin sum skjótast.
Forkanningarnar skulu vísa, hvar linjuføringin skal vera og, hvat ein slíkur tunnil fer at kosta, men so er eisini ætlanin at fara undir arbeiðið beinanvegin, sigur Karsten Hansen.
Hetta verður ein rættiliga langur tunnil. Ein leyðslig máting vísur, at hann verður ímillum tríggjar og fýra kilometrar langur.