Skulu bara hava seks fólk í landssstýrinum

Bæði Løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eru sinnaðir at leggja miðfyrisitingina undir sjóneykuna í eini roynd at gera hana effektivari og rationellari. Og teir taka báðir undir við, at talið av aðalráðum skal avmarkast til eitt vist

Nú skal øll miðfyrisitingin leggjast undir sjóneykuna fyri at vita um hon kann gerast effektivari, so at meiri fæst fyri pengarnar.

Tað eru bæði Kaj Leo Johannesen, løgmaður og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum sinnaðir til.

Og teir eru eisini báðir sinnaðir til at áseta talið av landsstýrisfólkum við lóg.

- Eg haldi, at vit eiga beinleiðis at áseta í stýrisskipanarlógini, at vit skulu hava ein løgmann og seks landsstýrismenn í Føroyum, sigur Kaj Leo Johannesen.

Hinvegin heldur Jóannes Eidesgaard, at vit eiga at áseta eitt minstatal av landsstýrisfólkum, har seks kundi kanska verið eitt hóskandi tal, har tann eini er løgmaður.

Hann leggur kortini, at hetta er ikki ein spurningur, sum liggur í kortunum beint nú.

Men løgmaður staðfestir, at hann nú fer at royna at finna fígging á fíggjarlógini fyri 2010 til arbeiðið at eftirmeta og endurskoða miðfyrisitingina.


Ein politisk kabal

Teir eru báðir samdir um, at sum støðan er nú, verður talið av aðalráðum mangan ein spurningur um at fáa eina kabal at ganga upp, tá ið ein samgonga verður skipað.

Tí svingar talið á aðalráðum nógv. Einaferð høvdu vit oljumálaráð og aðruhvørja løtu eru almanna- og heilsumálaráðið samanløgd og aðruhvørja løtu eru tey sundurskild aftur.

Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eru samdir um, at hetta skapar ótryggleika hjá starvsfólkunum og at tað tí er rætt at fáa øll hesi viðurskiftini í fastar karmar.

Jóannes Eidesgaard sigur, at gongdin er tíverri eisini tann, at tað er ov lítið samtarv ímillum ráðini, men at hvørt ráð ber seg at sum eitt sjálvstøðugt landsstýrið og tað elvir eisini til órógv.

Í hesum sambandi mælir hann eisini til at umhugsa at áseta nógv neyvari, hvørji aðalráð skulu hava tey ávísu málsøkini at umsita.

Í løtuni hava vit fleiri ráð, sum fáast við vinnumál av ymsum slagi og tað kundi verið skilagott at savna tey øll undir sama hatt, sigur hann.


Tung og stirvin

Spurningurin varð rættiliga drigin fram í ljósmála í Løgtinginum týsdagin og mikudagin, tá ið fíggjarlógina fyri næsta ár var til viðgerðar.

Í tí sambandi vóru tað fleiri løgtingslimir og landsstýrisfólk, ið hildu, at miðfyrisitingin er blivin ov stirvin, ov tung.

Tað vóru eisini fleiri, sum hildu, at miðfyristingin var bólgnað alt ov illa og at hon var ov dýr. Í hesum sambandi vóru eisini røddir frammi um at avmarka talið á landsstýrisfólkum og aðalráðum.

Teir báðir oddamenninir í landssstýrinum eru samdir um, at nú miðfyrisitingin hevur virkað í 14 ár, hevði tað avgjørt verið rætt at lagt hana undir sjóneykuna at eftirmett hana.

Men teir leggja dent á, at hetta hevur onki við ónøgd við starvsfólki at gera, men ein skipan sum hendan, eigur at verða eftirmett nú.

Kortini heldur løgmaður, at vit eiga at fáa betri samsvar ímillum arbeiðsuppgávuna hjá einum ráði og starvsfólkatalinum. Tað samsvarið heldur hann ikki er nóg væl skipað enn, tí eitt nú hava almanna- og heilsumálaráðið lutfalsliga fá starvsfólk í mun til arbeiðsuppgávuna, aftur ímóti øðrum ráðum.

Les eisini greinina: Tórført at arbeiða upp á hendan mátan