Hondbóltur
Tá vit trína inn í handilin við Smyrilsvegin, tykist einki soleiðis óvanligt vera áfatt. Nøkur andlit heilsa, meðan onnur bara fara framvið, og sum so tykist hetta lítið hava eina upptaksgrein her í blaðnum at gera.
Men inni á verkstaðnum er tó ein, sum hevur nakað við hondbólt at gera. Tað er nevnliga her, at liðskiparin hjá Kyndli, Hans Áki Dal Christiansen heldur til, og hann er skjótur at viðganga, at tað hevur verið nógv hondbóltstos á skránni hesa seinastu vikuna.
- Tað hevur kanska verið í meira lagi, um eg kann siga tað so. Fleiri eru her, sum halda við Kyndli, men stjórin og onkrir afturat eru tó neistamenn, og hesar seinastu vikurnar er man farin at hoyra alt meira til teir, sigur hann við einum smíli.
Hava nortið botnin
Og at hesir eru vorðnir meira ljódligir, hongur helst eisini saman við vána gongdini, sum Kyndil hevur havt seinastu tíðina. Ein gongd, sum í øllum førum hevur gjørt kappingina um meistaraheitið óvanliga spennandi, tí uttan niðurtúrin, sum Kyndil hevur haft, so var gullið helst langt síðani avgjørt, og sum so tykist Hans Áki eisini at harmast eitt sindur um hetta.
- Øll lið hava sínar upp- og niðurtúrar, men tað er eingin loyna, at hjá okkum kom niðurtúrurin júst tá, ið hann ikki skuldi koma. Tað hevur sett eitt stórt trýst á, men hinvegin haldi eg sjálvur, at vit hava verið heilt niðri á botni og vent, og nú eru vit so á rættari kós, sigur hann avgjørdur.
Spurdur, júst hvat tað var, ið gekk galið hjá Kyndli, sigur hann, at tað er trupult at peika á nakra einstaka orsøk.
- Tað eru helst fleiri orsøkir. Eg skal so avgjørt ikki tosa ringt um Jan, men hesa seinastu tíðina hava vit fingið økt intensitetin í venjingunum. Tað er jú gjarna soleiðis, at innsatsurin undir venjing sæst aftur í dystunum, og í so máta hava hesar seinastu vikurnar givið góð tekin.
Skulu á toppin
Og hóast lítla niðurtúrin, so er tað jú framvegis soleiðis, at teir í Kyndli framvegis kunnu avgera alt sjálvir. Tað »einasta«, sum krevst, eru fýra stig í teimum báðum seinastu dystunum, og Hans Áki dylir ikki fyri, at leikararnir síggja fram til hetta. Ella rættari - til dystin sunnudagin.
- Hetta er kanska størsti dysturin á árinum, so vónandi megna vit eisini at veksa við uppgávuni. Og vit hava so sanniliga nakað at hevna eftir umgangin, sum Neistin gav okkum í fyrra dystinum í endaspælinum.
Og eru tað so nøkur serlig ting, sum tit leggja dentin á hesaferð?
- Tað er tað sjálvandi. Fyrst og fremst, so hevur Neistin nakrar stórar skjúttar, sum vit mugu fáa fatur á. Gera vit ikki tað, so verður tað ógvuliga trupult.
- Men yvirhøvur, so hava teir eitt gott lið, og vit mugu sjálvir vera á toppinum, um vit skulu vinna dystin. Verjan skal rigga til fulnar, og álopsspælið skal so sjálvandi eisini koyra. Gongur alt upp í eina hægri eind, so ivist eg ikki í, at vit kunnu taka teir, staðfestir hann.
Og gera tit tað, so er klárt til finaludyst móti VÍF?
- So langt eru vit als ikki komnir. Dysturin móti VÍF er ikki fyrr enn í næstu viku, so hann hugsa vit ikki um enn, sigur avgjørdur leikari.
Onkur ivamál
Hjá Kyndli eru onkur ivamál til dystin. Hans Arni Thomsen, sum veruliga hevur trokað seg framat besta liðnum, hevur skaða í einum fingri, og Finnur Hansson stríðist framvegis við skaðan í økslini, sum hevur darvað stóran part av grundspælinum.
Aðrir leikarar dragast eisini við smærri snuddir, men sum Hans Áki sigur, so eru hesir neyvan av slíkum slag, at teir halda monnunum frá dystinum nú sunnudagin.
Og skuldi tað borið soleiðis á, so eru somu menn helst eisini til reiðar til eitt seinsta brak um eina viku.
Men fyrst og fremst, so snýr tað seg um Neistan. Tann dysturin er ein, sum skal vinnast, skal Kyndil gera sær nakrar vónir yvirhøvur um at gerast føroyameistarar.