Skúlin skal ikki flytast av Húsum

- So leingi sum tað er sjógvur ímillum, so er ein sjálvstøðugur skúli við fyrsta lærara á Húsum.


Tað sigur Magnus Garðalíð, borgarstjóri í Húsar kommunu, í samrøðu við Rás2, um hvat hendir við skúlanum, nú Húsar kommuna leggur saman við Klaksvíkar kommunu og fer í søguna 1. januar 2017.


Tá samráðingar vóru í gongd millum kommunurnar báðar um samanleggingina, var skúlamál eitt av teimum málum, ið vigaðu mest hjá Húsar kommunu. Í eini tíð, har politisku myndugleikin ynskir, at skúlar leggjast saman, vildu Húsar kommuna tryggja, at teirra skúli varð verandi.


- Vit ynskja ikki ein samanlagdan skúla, har man fær tímar úr einum klaksvíksskúla til Húsar. Tað kann vera ov svikaligt. Tað er tað, ið vit ikki føla okkum trygg við. Tí hava vit valt at havt tað sum sjálvstøðugan skúla við fyrsta lærara.


Til ber at hoyra Magnus Garðalíð greiða frá samanleggingini og samráðingunum við at trýsta á pílin undir myndini.