Skuldsettur fyri fólkamorð

Fyrrverandi forsetin í Bolivia Gonzalo Sánchez og fleiri limir í stjórn hansara eru nú skuldsettir fyri fólkamorð.

Fyri trimum mánaðum samtykti boliviska tjóðartingið at biðja ákæruvaldið reisa ákæru ímóti fyrrverandi forsetanum og 15 av ráðharrum hansara. Teir eru skuldsettir fyri at hava havt ábyrgdina av, at 56 fólk lótu lív undir mótmælisgongum á heysti í 2003. Ófriðurin tók seg upp, tí stjórnin hjá Gonzalo Sánchez hevði gjørt av at selja USA og Meksiko gass. Tað vildi fólkið ikki, og aftan á harðar mótmælisgongur máttu forsetin og stjórnin leggja frá sær tann 17. oktober í 2003.

Gonzalo Sánchez, sum er 74 ára gamal, flýddi til USA, tá hann noyddist at leggja frá sær, og har hevur hann búð síðani. Ákæruvaldið í Bolivia hevur kortini gjørt av at reisa málið ímóti honum, og verður hann funnin sekur, kann hann fáa upp í 30 ára fongsul, sigur BBC.