Krígsbrotsmannadómstólurin í Haag hevur boðsent tveimum monnum at møta í rættinum. Síðani 2003 hava umleið 200.000 fólk latið lív í ófriði í sudanska landspartinum Darfur, og nú ætlar altjóða krígsbrotsmannadómstólurin í Haag at fáa staðfest, sum skal ábyrgjast fyri harðskapin.
Rætturin hevur sent boð eftir fyrrverandi sudanska innanríkisráðharranum Ahmed Haroun og herleiðaranum Ali Muhammed Ali Abd-al-Rahman. Sambært skrivi frá rættinum eru teir skuldsettir fyri at hava havt ábyrgdina av krígsbrotsverkum í Darfur í árunum 2003 og 2004.
ST metir, at umleið 2,5 mió. fólk eru flýdd úr Darfur, síðani ófriðurin byrjaði í 2003.










