Skuldsetingar ímóti Jógvani á Lakjuni verða kannaðar

Landsstýrismálanevndin ætlar at kanna skuldsetingar, sum ein lærari á Vinnuháskúlanum hevur reist ímóti landsstýrismanninum í mentamálum Tað sigur virkandi Annita á Fríðriksmørk, virkandi forkvinna í landsstýrismálanevndini, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Páll Ismarsson Joensen, sum er lærari á Vinnuháskúlanum, hevur í einum lesarabrævi lagt Jógvan á Lakjuni undir at hava krógvað skjøl fyri Løgtinginum og fyri at dylja sannleikan um, hvussu roynt varð at siga hann úr starvi. Lærarin vil eisini vera við, at landsstýrismaðurin lokkaði seg á loynifund á privatum øki, har eingi embætisfólk vóru hjástødd.

Tórbjørn Jacobsen, tingmaður, fyrireikar í løtuni eina kæru um málið, sum verður send landsstýrismálanevndini.