Skuldin seks milljardir

Almenna skuldin er stór, men vit eiga eisini nakað av peningi

Almennu Føroyar skylda tilsamans á leið seks millajrdir krónur.

 

Tað er ein av upplýsingunum í seianstu frágreiðingini frá Búskaparráðnum, sum leggur frá sær á nýggjárinum.

 

Almennu Føroyar eiga eisini nakað av pengum. Verður alt talt við og drigið frá skuldini, so er skuldin ikki meira enn 750 milljónir krónur.

 

Búskaparráðið ávarar tó móti hesum tali, tí tá tað kemur fram, so er til dømis Vaga Floghavn, partabrøvini í Bank Nordik og annað talt við.

 

Búskaparráðið ivast í, hvussu skjótt umsetiligar hesar ognir eru. Tí sigur Búskaparráðið, at almenna nettoskuldin heldur er á leið 2,9 milljardir krónur.

 

Sverri Hansen er formaður ú Búskaparráðnum til nýggjárs.